Søkja eftir manning til Herjolf III

Nú søkir Strandferðslan eftir manning til avloysaraskipið hjá Smyrli, Herjolfur III, ið eisini skal føra farm um Suðuroyarfjørð.

 

Herjolfur III er ferja, ið hevur røkt sigling í Íslandi, mellum Vestmannaoyggjarnar og meginlandið.

 

 Søkt eftir stýrimonnum, maskinmeistarum, dekkarum, kokkum og tænastufólkum til tíðaravmarkað starv til at sigla við á Herjólfi III frá umleið juni 2022 til september 2023.

 

Endamálið við skipinum er at føra farm. Umframt at loysa Smyril av tá hann er í dokk, skrivar SSL millum annað í starvslýsingini.

 

 

 

Umsóknarfreist er fríggjadagin 27. mai 2022 kl 12.00.