Søren Pape og maðurin skulu skiljast eftir orrustu í miðlunum

Hjúnarlagið millum formannin í Konservativa flokkinum í Danmark, Søren Pape Poulsen og mannin Josue Medina Vasquez Poulsen er liðugt, skrivar Pape á Facebook.

 

Formaðurin hjá teimum Konservativu var sunnudagin saman við manni sínum Josue Medina Vasquez Poulsen til galladøgurða í sambandið við 50 ára hátíðarhaldið fyri drotningini - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Formaðurin hjá teimum Konservativu í Danmark, Søren Pape Poulsen, skrivar á Facebook, at hann og maðurin Jousue Medina Vasquez Poulsen fara frá hvørjum øðrum.

Boðini koma eftir fleiri mál við Jousue Medina Vasquez Poulsen í miðdeplinum. Í síðstu viku umbar Pape, sum er valevni til forsætismálaráðharra, at maður hansara hevði sagt skeiv ting, sum Pape sjálvur hevur borið víðari alment.

– Nakrir dagar eru verri enn aðrir. Ein slíkur dagur er í dag. Josue og eg fara hvør til sítt, skrivar Pape á Facebook.

– Tað hevur verið nógv skriving um mítt privatlív seinastu tíðina. Eg vil ikki siga meira um hetta, men bert siga, at vit eru báðir samdir um, at hjúnarlag okkara er liðugt og ynskja hvør øðrum alt tað besta víðari á lívsleiðini.

– Eg havi ikki fleiri viðmerkingar til miðlarnar og biða bara um, at teir skilja støðuna, skrivar Pape.

Tá tey Konservativu høvdu landsfund í Keypmannahavn um vikuskifti, nevndi Pape ikki miðla orrustuna kring hann og mannin í røðu síni, men evnið fylti alt aftaná, tá miðlarnir fingu røðuna hjá Pape.

– Eg fari ikki í smálutir við hesum. Eg haldi, at fólk, sum hava fylgt við í hesum, síggja, at tað ikki hevur verið so vakurt. en nú havi eg sagt tað, og er harmist um tað, og nú er mítt fokus á at reka politikk, segði Pape leygardagin við miðlarnar eftir røðu sína.

Fríggjadagin hevði Pape biðið um umbering á Facebook, at hann hevði borið víðari skeivar upplýsingar. Dagin fyri bað hann um umbering í »Lippert« á TV 2 News fyri nakrar fundir við stjórnarlimir í Dominikanska Lýðveldinum, haðani maður hansara kemur, undir eini feriu í 2018. Tá var Pape løgmálaráðharri.

Tað er komið fram, at Pape ikki kunna Uttanríkisráðið um fundirnar, sum ráðharrar annars vanliga gera, tá teir hitta limir av í stjórnum í øðrum londum. Søgan hevur verið bæði í Ekstra Bladet og Jyllands-Posten.

Tá Pape fyri fyrstu ferð vísti fram Jousue Medina Vasquez som unnusta sín í 2014, segði Pape millum annað, at »kærestens onkel« var forseti í Dominikanska Lýðveldinum. Tað var fleiri ferðir endurtikið í miðlunum.

Men síðani er tað komið fram, at maðurin hjá Pape ikki er bróðir- ella systirsonur fyrrverandi forsetan Danilo Medina Sánchez lívfrøðliga sæð.

/ritzau/

 

 

 

Formaðurin hjá teimum Konservativu var sunnudagin saman við manni sínum Josue Medina Vasquez Poulsen til galladøgurða í sambandið við 50 ára hátíðarhaldið fyri drotningini - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix