Miðflokkurin fær vitjan úr Svøríki í næstum, tá fyrrverandi Muslimska kvinnan, Soheila Fors, vitjar við síni fangandi livssøgu og fyrilestri.
Soheila Fors er fødd Kurdi í Iran. Hon vendi um til kristnu trúnna og játtaði Jesus sum Kristus. Síðani hevur hon livað við kristna vitnisburðinum millum innflytatarakvinnur í Svøríki. Hon virkar nógv millum kvinnur úr triðja heiminum. Hon er gift við svenskum fríkirkjupresti og tey búgva í Svøríki.
Tað, sum sál hennara m.a. brennur fyri, eru tær mongu innflytarakvinnurnar í Svøríki, sum í síni egnu mentan líða undir ræðuligari kúgan. Hetta arbeiði fer fram á tann hátt, at hon nýtir konseptið “Tehús/Testovur.” Tað eru slíkar “Testovur,” sum Soheila Fors letur upp ymsastaðni í Svøríki, og er hetta fyrstu ferð, at slík Testøð verða latin upp fyri innflytarakvinnur burturav.
Tehúsini/Testovurnar hjá Soheilu eru bert ætlaðar kvinnum, og har koma nógvar Muslimskar kvinnur og aðrar eisini, sum, orsaka av kúging, leita sær ráðgeving og hjálp á hesum testovum, har kvinnurnar eisini kunnu fáa undirvísing í svenska málinum og svenskari mentan. Arbeiði hennara hevur gjørt hana væl kenda um alt Svøríki, har hon eigur stóra virðing fyri sítt arbeiði.
Idealist
Í stuttum kann tað sigast um Soheilu Fors, at tað er sakin hjá kúgaðu kvinnunum í dagsins modernaða innflytarasamfelag, sum hon virkar fyri; og hetta arbeiði kann ein ikki gera, um ein ikki samstundis er ein sannførdur idealistur - og Soheila Fors er ein sannførdur kristin idealist.
Soheila Fors ferðast nógv, har hon heldur fyrilestrar bæði fyri politikarum, løgreglufólki, í skúlum, kirkjum, samkomum og ymiskum felagsskapum. Hon er kend fyri ikki at spara seg, tá hon tosar um støðuna hjá kvinnuni m.a. í tí Muslimsku mentanini, við tí úrsliti, at hon stundum hevur løgregluvakt.
Hon verður siterað fyri at hava sagt m.a: “Nógvastaðni eru tey so bangin fyri at verða skuldsett fyri snævurskygni og trongskygni, at tey leggja seg púra fløt fyri øðrum mentanum, sum í verulkeikaun eru kvinnukúgandi, og serstakliga snævurskygd og trongskygd!” Hon er ein sonn stríðskvinna ímóti tí sokallaðu “heiðursmentanini,” ið liggur sum ein skuggi yvir lívinum hjá nógvum av teimum muslimsku kvinnunum, sum kunnu hava torført at fóta sær í sínum nýggja heimlandi Svøríki.
Fundarskrá í Føroyum
Tað var á eini stevnu í Svøríki í fjørð, fyriskipað av Kristen Demokraterne í Svøríki, at umbodini fyri miðflokkin, Mia á Kák og Charlotta av Váli Olsen, hoyrdu hennara lívssøgu og møttu henni á fyrsta sinni. Tær ivaðust ikki í, at tað var rætt at bjóða hesi kvinnuni til Føroyar.
Øll eru vælkomin í Miðlahúsið leygardagin 19. mai kl.19.30 har Soheila Fors kemur at halda fyrilestur um arbeiði sítt ígjøgnum tey sokallaðu “Tehúsini/Testovurnar.” Eisini verður høvið at seta spurningar. Bjóðað verður til drekkamunn, har høvið verður at heilsa upp á Soheilu Fors.
Soheila Fors verður at hoyra í Lívdini í Hoyvík sunnudagin kl.12.00 og í Solo í Klaksvík sunnukvøldið kl.18.00.