Soleiðis skal nýggja smittan eita á føroyskum

Hetta var eitt kent navn fyri fimm árum síðani – men tað var undir heilt øðrum umstøðum

 

 

 

Nýggja virussið, sum nú ger um seg um allan heimin, eisini í Føroyum, skal eita korona á føroyskum. Sostatt skal tað stavast við »k« og ikki við »c«.

Soleiðis ljóðar tilmælið frá Málráðnum, nú korona hevur verið mest brúkta orð í Føroyum í fleiri dagar – og sum helst verður mest brúkta orð í rúma tíð afturat.

Orðið korona gjørdist kent her á landi í sambandi við sólarmyrkingina 20. mars 2015, sigur Málráðið.

Tá sóu tey, ið vóru so heppin at vera stødd har tað var klárt, ein lýsandi ring rundan um sólina, men sólin sjálv var aftan fyri mánan.

– Tað var koronuna, vit sóu. Tilfar, sum sólin sleingir út úr sær, eins og eitt slag av lofthavi, sigur Málráðið.

Upprunin til orðið er úr latíni: corona, har tað merkir kransur ella ringur, og úr grikskum, korone: ringur ella bogin lutur.

Orðini krúna og króna hava sama uppruna.

Á føroyskum verður korona eins og á flestu grannamálum okkara skrivað við k og ikki við c.

Koronavirus hevur somuleiðis verið kent leingi, serliga av djóralæknum. Tað hevur fingið heiti eftir útsjóndini, sum er ein kúla við útvøkstrum, sum minna um koronuna hjá sólini.

Orðið korona er veikt bent kvennkyn. Í arvorðum, har fyrri liður er veikt bend kvennkyn, er klípið vanliga -u: gentukór, kirkjuár. Hinvegin verður klípið ofta -a í tøkuorðum: sofaborð, sjokulátapláta.

Eftir nútíðar orðasmíði kunnu vit tískil nýta a-klípið og siga koronavirus, sigur málráðið.