Soleiðis gongur við troli og gørnum

- Upsafiskiskapurin kundi verið betri, men skipini, sum eru á garnaveiði, hava brúkiligan fiskiskap.

 

 

Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, men fiskiskapurin kundi verið betri. Skipini koma inn at landa, sum henda vikan gongur. 

 

Trý partrolarapør eru framvegis á gulllaksaveiði, men nú styttist tíðin eftir gulllaksi.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tveir djúpvatnstrolarar í løtuni eru til fiskiskap. Annar fiskar svartkalva, og hin er á royndarveiði eftir stinglaksi.

 

- Vit rokna við, at báðir djúpvatnstrolararnir koma inn at landa síðst í næstu viku.

 

Í dag eru fýra trolbátar til fiskiskap. Tveir eru á landleiðini, og tveir eru norðanfyri. Teir á landleiðini koma helst inn at landa miðskeiðis í næstu viku.

 

- Hinir báðir, sum eru norðan fyri, koma helst inn at landa síðst í vikuni. Trolbátarnir fáa allir mest av flatfiski, toski og hýsu.

 

Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at tvey skip eru á garnaveiði. Annað fiskar svartkalva, og hitt fiskar havtasku.

 

- Bæði garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, og tey koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.