Soleiðis hevur náttin verið í Ukraina-stríðnum

ST sigur støðuna í Ukraina vera ta ringastu síðani 1940'ini

Í nátt hava verið fleiri mótmælisgongur í størru býum kring heimin, sum stuðla Ukraina. Her sæst eitt mótælistiltak í New York City, - Foto: Gwr/Star Max/Ipx/Ritzau Scanpix

Meira enn eina viku eftir at Russland byrjaði innrásina í Ukraina, eru eingi fyribils tekin um, at stríðið linkar.

Í nátt hava Læknar uttan Landamørk ávarað um humanitera katastrofu í Mariupol, meðan forsetin í Ukraina hevur biðið Joe Biden um meira hjálp.

Her er eitt yvirlit yvir hendingar í Ukraina-stríðnum í nátt:

* Russiskar herdeildir tykjast halda ein lítlan steðg í Ukraina.

Russisku herdeildirnar í Ukraina halda møguliga ein lítlan steðg, meðan tær fyrireika seg upp á nýggj álop móti býunum Kyiv, Kharkiv, Mykolayiv og Odesa næstu 24 til 48 tímarnar. Tað metir amerikanski hugsunarbankin Institute for the Study of War.

Boðini koma, eftir at tað seinasta samdøgrið hava verið avmakaðir bardagar nærindis Kyiv.

 

* Læknar uttan Landamørk ávara um eina humanitera katastrofu í Mariupol

Humanitera støðan í ukrainska havnarbýnum Mariupol er »katastrofal«, og tað eru lívstýdningarmikið, at sivil fólk vera flutt burtur. Soleiðis ljóðaði ávaringin frá Læknum uttan Landamørk í gjár sambært tíðindastovuni AFP.

 

* ST: Ringasta flóttafólkakreppa síðani 1940'ini.

Flóttafólkastjórin hjá ST, Filippo Grandi, kallar støðuna í Ukraina fyri ta »skjótast vaksandi flóttafólkakreppu, vit hava sæð í Evropa síðani Annan Heimsbardaga«. Tilsamans eru 1,37 milliónir fólk flýdd úr Ukraina.

 

* Ukrainski forsetin hevur biðið USA um meira hjálp.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur spurt amerikanska forsetan um meira fíggjarliga og hernaðarliga hjálp í eini telefonsamrøðu millum teir báðar leiðararnar. Sambært Hvítu Húsunum vardi telefonsamrøðan í ein hálvan tíma.

* Visa og Mastercard avmarka russiskar gjaldingar.

Amerikanska gjaldsfeløgini Visa og Mastercard boðaðu seint í gjár frá, at tey steðga rakstrinum í Russlandi vegna innrásina í Ukraina.

/ritzau/

 

Í nátt hava verið fleiri mótmælisgongur í størru býum kring heimin, sum stuðla Ukraina. Her sæst eitt mótælistiltak í New York City, - Foto: Gwr/Star Max/Ipx/Ritzau Scanpix