Soleiðis ljóðar »Lille Vackra Anna« á føroyskum

Gomul og kend svensk vísa er nú týdd til føroyskt og innspæld av countrysangara

Í 1824 skrivaði presturin Bengt Henrik Alstemark vísuna »Lille Vackra Anna«. Vísan varð av álvara kend, tá ið Alf Prøysen spældi hana inn í fimmti árunum, og sangurirn kom eisini til Føroya, her hann er væl kendur og var nógv spældur í útvarpi

 

Nú hevur countrysangarin Karstin Danielsen gjørt eina føroyska innspæling av sanginum. Steintór Rasmussen týddi sangin til føroyskt mál. Steintór og Kom Hansen hava framleitt, og Kim Hansen hevur lagt til rættis. Finnur Hansen hevur miksað og mastrað. Kendir føroyskir tónleikarar spæla á sanginum.

 

Her kanst tú hoyra nýggju innspælingina hjá Karstini Danielsen.

 

##med2##