Soleiðis vera HM-áttandapartsfinalurnar spældar

Her er skráin fyri tær átta HM-áttandapartsfinalurnar

Fótbóltslegendan, Michel Platini plagdi at taka til: - HM byrjar ikki veruliga fyrrenn 16 lið eru eftir. 

 

Nú eru so 16 lið eftir í HM-kappingini, ið skulu spæla áttandapartsfinalur.

 

Skráin fyri HM-áttandapartsfinalurnar sær soleiðis út:

 

3. desember, 15:00: Niðurlond - USA

3. desember, 19:00: Argentina - Australia

4. desember, 15:00: Frankaríki - Póland

4. desember, 19:00: Ongland - Senegal

5. desember, 15:00: Japan - Kroatia

5. desember, 19:00: Brasil - Suðurkorea

6. desember, 15:00: Marokko - Spania

6. desember, 19:00: Portugal - Sveis