Sonne Smith á Seglloftinum

Hóskvøldið klokkan 19:00 fer Sonne Smith at hava fyrilestur á Seglloftinum á Tvøroyri.

 

Í 1996 sendi Kringvarpið eina røð av sendingum um søguna um jødarnar. Røðin var í 10.pørtum, har Sonne Smith tosaði við søgufróða Hans Holm. Fyrilesturin hjá Sonna Smith kemur at snúgva seg um ein part av søguni hjá jødunum, tá ið teir í Europa í miðøldini endaðu sum veðlánarar, og tað er tað, vit kenna teir fyri: teir kundu lána pengar úr fyri rentu. Europearar høvdu brúk fyri at kunna fara út at lána pengar, so at tað bar til at arbeiða við pengunum. Tað vil so aftur siga, at eitt gerandisfyribrigdi hjá so at siga øllum heimsins borgarum í dag, bankar, vóru um at koma fram og harvið eisini pantilánarar.

 

Nærri kunning sæst á www.kvungskuli.fo