Bygdarlív
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Norðtoftir: - Ja, eg var komin í bilin, tá eg sá tykkum koma. Kom endiliga innar, so skal eg vísa tykkum hesi skjótt 100 ára gomlu húsini. Eg fari bara til Sørvágs einaferð seinni í dag, sigur hesin tilaldurskomni, men kortini virkisfúsi maðurin.
Veðrið er av tí allar fagrasta henda dagin í august mánaði. Fólk síggjast hoyggja í Norðtoftum, men Sonni hevur kortini aðrar ætlanir henda dagin.
Annan dagin fyri hevði hann sligið ein teigin og hevði ballað ein part av grasinum í gjár. Ætlanin var at halda fram við hesum í dag, men hetta varð kortini ikki av nøkrum, hóast veðrið avgjørt var til slíkt virksemi.
- Satt at siga, at var eg ov troyttur at gera tað í dag. Eg segði við meg sjálvan í morgun, at tað gerst ikki við um alt ikki verður ballað í dag.
- Nú er so lítið eftir, bara einar 20 ballir. So tað er eingin orsøk at øsa seg upp um tað, sigur Sonni Frederiksen við einum brosi.
Ístaðin var hann á veg vestur í Vágar at vitja sonin, tá umboð fyri Sosialin koyrdu framvið norðastu húsunum á Norðtoftum.
- Nú er jú einki fyri at koyra vestur til Sørvágs, sigur hann.
Norður um Múlan
Hóast Sonni Frederiksen hevur búð meginpartin av lívi sínum í høvuðsstaðnum, so hava bondini til hesa lítlu og fjarskotnu bygdina á Borðoynni altíð verið sterk og eru tað enn.
Pápi hansara var bæði føddur og uppvaksin her, og gjørdi hetta sítt til, at Sonni longu sum smádrongur kom til bygdina – og ikki minst í seinni árum.
- Vit komu norður hendavegin við báti, og sovítt eg veit, var tað »Streymur« sum førdi okkum til Klaksvíkar. Men akkurát hvussu vit komu til Norðtoftar minnist eg ikki, sigur hesin væl-til-árs-komni-maðurin, men við tí unga sinninum.
Ferðasambandið fyri 70 árum síðani var sjálvandi ikki eins gott og tað er nú: Ætlaði tú tær úr Havnini og til Norðtoftir, so var neyðugt at liggja nátt á leiðini, tí nú bíðaði onnur farleiðin.
Tey plagdu at gista í einum húsum, sum í hugaheiminum hjá tí lítla Sonna, bar heitið »Reyða Hús«, áðrenn farið varð umborð á bátin ið skuldi føra tey til Norðtoftir. Og hetta kundi mangan gerast ein long og strævin ferð.
- Tað mest vanliga var at fara allan vegin norður um Múlan. So tú kanst ætla, at tað tók sína tíð at koma fram, sigur hann við einum brosi.
Fjós við vatni
Hyggur ein eftir fólkatalinum á Norðtoftum tey seinastu árini, so kann ein skjótt staðfesta at her hevur verið stór afturgongd.
Fyri meiri enn 20 árum síðani búðu 8 mannfólk og 3 konufólk í bygdini, meðan síðani er talið minkað javnt og samt, og er í dag farið niður um helvtina av tí, sum tað var tá: Sambært seinastu hagtølunum búðu einans 5 fólk á Norðtoftum – 3 mannfólk og 2 konufólk.
Í húsunum hjá Sonna vóru tey fyrr í tíðini fýra fólk – omma hansara og sum var ógift, ein hálvur pápabeiggi ið æt Sofus og tveir ommubeiggjar sum itu Guttorm og Jóannes. Hesin seinast nevndi tók festið eftir pápa sín, sum vanliga varð nevndur Múla-Poul.
Tað var eisini í hesi tíðini at teir avgjørdu at byggjast skuldi eitt fjós úr gróti. Sovítt sum Sonni veit, var hetta helst tað fyrsta fjósið yvirhøvur, sum fekk vatn lagt inn.
- Hetta fjósið var einar 12 metrar langt, og kanska einar tríggjar til hálvan fjórða metur breitt. Tað sjáldsama við hesum var, at áin rann gjøgnum hetta fjósið.
- Hetta var jú sera praktiskt, tí so sluppu teir undan at fara aðrar staðir eftir vatninum, greiðir hann frá.
Kúgvin vendi øvugt
Sum so mangir aðrir menn tá í tíðini, so var pápi Sonna nógv til skips. Hann var skipari – fyri ikki at siga: rokskipari – umborð á »Verdandi«.
- Esmar Fuglø og hann, - teir vóru vinmenn og høvdu verið til skips saman. Esmar segði mær einaferð, at hann kendi ongan erligari mann enn “Hjalmar á Norðtoftum”.
- Ja, hann fortaldi eisini, at pápi var sera ágrýtin á sjónum og sannur rokmaður: Um menn vóru tørnaðir inn og hann bar við fisk, so kundi hann tveita tann fyrsta fiskin sum kom á dekkið niður í lugarið.
- Á henda hátt vildi hann bara purra manningina út og siga teimum frá, at fiskur var undir skipinum. So hann luskaði sær ikki nakrar fiskar, sum hinir ikki skuldu vita av, greiðir Sonni frá.
Sonni var ikki meiri enn sjey ára gamal, tá pápin doyði eftir at hava verið sjúkur í tvey ár. Hann minnist enn ein sunnudag, tá hann mundi vera um fimm ára gamal.
- Slíkar dagar var altíð lisin lestur. Og tá, eins og í dag, sótu dreingirnir mangan óstillir eina slíka løtu, har vit sótu úti í køkinum, tí vit ikki sluppu inn í stovuna, har hini sótu.
- Eg var farin upp á borðið at sita, og nú einaferð hyggi eg út gjøgnum vindeygað og fái tá eyga á eina flekkuta kúgv sum stóð á beiti beint omanfyri húsini. Tað løgna var tað, at beinini vendu beint upp í loft, tí hon var dottin um rygg niður í eina veit, greiðir Sonni brosandi frá.
Hjá honum var ikki annað at gera enn at gloyma bæði tíð, stað, halgu og lestur, og hann skar í róp: - Kúgvin vendir uppeftir! Kúgvin vendir uppeftir!
- Tá góvust tey at lesa lestur og fóru rennandi út fyri dyr at bjarga hesi neyðars kúgv. Og soleiðis varð hon bjargað, minnist Sonni afturá.
Men um lesturin varð tikin uppaftur, verður einki sagt um!