Sonni tekur við venjarastarvið í Bergen

Sonni Larsen skal vera høvuðsvenjari hjá Viking TIF

Venjarin hjá føroyska kvinnulandsliðnum, Sonni Larsen tekur komandi kappingarár við einum venjarastarvi í Bergen í Noregi.

 

Sonni Larsen boðar frá á Facebook, at hann hevur góðar og hollar samrøður við leiðsluna í Viking TIF, ið er oddalið í næstbestu norsku hondbóltsdeildini. Samrøðurnar hava sannført Sonna um, at talan er um eitt spennandi felag í stórari menning. Sonni sigur seg eisini líka væl, at norðmenn venja nógv, og hann vil gjarna vera partur av slíkari hondbólts-siðvenju, og hann gleðir seg til at taka við starvinum.

 

Viking TIF hevur vunnið 17 av 18 dystum hetta kappingarárið. Einasta tapið kom farna vikuskiftið, tá liðið hjá Julian J. Kragesteen og Tróndi Mikkelsen, Ryger Stavanger vann 34-33 á Viking TIF.