Sorin Anghel verður verandi á Argjum

Sorin Anghel verður verandi venjari hjá AB í trý ár afturat, kunngjørdi felagið í gjárkvøldið. Sum kunnugt eydnaðist tað argjamonnum at bjarga sessinum í Betrideildini á síðsta leikdegi í ár.

 

Undan hesum árinum hevur Sorin Anghel trý tey seinastu árini verið hjálparvenjari hjá Sámal Erik Hentze. Hendan leiklutin fekk hann fyrstu ferð í juni 2015, tá Sámal Erik Hentze tók við venjarastarvinum í júst AB. Í 2016 og 2017 vóru teir báðir í Víkingi, sum bæði árini gjørdist føroyameistari.

 

Sorin Anghel, sum upprunaliga er rumeni, kom til Føroya at spæla fótbólt við EB/Streymi í 2001 og var har heilt til 2012. Hann spældi 333 dystir og skoraði 101 mál fyri felagið úr Sundalagnum, gjørdist føroyameistari tvær ferðir og vann løgmanssteypið fýra ferðir.

 

Síðani gekk leiðin til AB í tvey ár. Við kappingarlok í 2014 valdi Sorin Anghel at gevast, men tá Sámal Erik Hentze vildi hava hann at verða leikandi hjálparvenjari, lat hann seg í gaggurnar aftur á sumri 2015 og spældi so fram til 2017, og onkran einstakan dyst í ár. Tey árini náddi hann so at finna FM tvær ferðir afturat.

 

Í 2010 valdi hann at gerast føroyskur ríkisborgari.

 

Felagið kunngjørdi eisini, at Heri Hjalt Mohr skiftir frá HB til AB, og at Allan Mørkøre heldur fram sum venjari hjá U21 og U17 liðnum hjá felagnum.