Sosialdemokratiskt Europa

Tað er ein positiv gognd, sum nú fer fram, har javnaðarflokkarnir koma til ræðið í flestu londum í Europa

SO hendi tað, sum flestu eygleiðarar høvdu roknað við, nevniliga at sosialdemokratarnir - eftir 16 ára oyðimarkagongd - vunnið valdið í Týskalandi. Valið sunnudagin gjørdist ein stórsigur fyri javnaðarflokkin við Gerhard Schrøder á odda. Helmuth Kohl, sum hevur sitið við stýrisvøl seinastu 16 árini, mátti lúta saman við kristiliga konservativa flokki sínum og samstarvsflokkinum, teimum fríu demokratunum. Vinnarar gjørdust umframt sosialdemokratarnir, eisini teir grønu. Haraftrat komu fyrrverandi kommunistarnir eisini trygt inn í nýggja tingið.


VIÐ hesum sosialdemokratiska valsigrinum hava flestu av londunum í Europa stjórnir undir javnaðarleiðslu. Í ES eru bert umleið tvey lond, sum ikki hava javnaðarstjórn. Fyri bert at nevna nøkur, sum nú verða stýrd av javnaðarstjórnum, so eru hesi umframt Týskland, eisini Frakland, Bretland, Írland, Portugal, Danmark, Svøríki og Finland.


EINGIN ivi er um, at valið í Týskalandi fer at ávirka gongdina í Europa, nú farið verður inn í eina nýggja øld. Nýggi týski leiðarin hevur sagt frá, at politikkurin flokkur hansara fer at reka fer at hava eitt meira menniskjansligt andlit, og við hesum sipar hann m.a. til, at størri dentur fer at verða lagdur á sosialmál.


STÓRA kúvendingin í týskum politikki hendir bert stutt eftir, at bæði Bretland og Frakland hava fingið sosialdemokratiskar stjórnir. Eins og í Týskalandi, so hava javnaðarmenninir í Bretlandi eisini sitið uttan fyri alla ávirkan í nærum 20 ár.


HÓAST týska valúrslitið ikki her og nú fer at fáa nakrar avleiðingar fyri eitt nú okkum í Føroyum, so er greitt, at eisini vit sum frálíðir fara at merkja til tað stjórnarskiftið, sum hendir og annars fer fram um stóran part av Europa. Eftir okkara tykki er tað spell, at ikki javnaðarflokkurin í Føroyum eisini er við til at mynda okkara stýri, tí við einum javnaðarflokki í landsstýrinum hevði tað helst verið lættari at koma á tal við mongu javnaðarstjórnirnar í Europa. Tað er nevniliga einki dulsmál, at nettup sosialdemokrtiskir flokkar bæði hugsjónarliga og eisini í praksis gera meira burtur úr enn aðrir flokkar at samstarva tvørtur um landamark.


EFTIR okkara tykki er valsigurin hjá týska javnaðarflokkinum kærkomin. Heimurin hevur brúk fyri flokkum, sum bera demokratisku sosialismuna í sínum skjøldri. Eitt sterkt sosialdemokratiskt Europa er eisini besta trygdin fyri heimsfriðinum, tí nettup ein týðandi fortreyt fyri at forða fyri kríggi er størri samvinna, rættvísari býti á samfelagságóðunum, ein betri skúlagongd fyri øll uttan mun til stætt, rasu ella átrúnað og sum heild sosialur hugsunarháttur og virðing hvør fyri øðrum. Einaræðini kring heimin og eisini sosiala slagsíðan í einum av heimsins ríkastu londum, USA, eru júst nakað, sum eitt sosialdemokratiskt Europa kann bróta niður. Tey fátæku og óupplýstu í USA og í triðja heiminum annars hava brúk fyri einum sosialdemokratiskum Europa. Hetta er best ført fyri at fáa stjórnir at rakna við og gera nakað við teir sosialu skeivleikarnar, ið ráða. Eisini kann hetta geva ST størri undritøku og stuðul. Latið okkum fegnast um valúrslitið í Týskalandi.