Sosialurin í hvørt hús mánadagar

Mánadagin 26. apríl kemur Sosialurin aftur í hvørt hús í landinum. Tá verður eitt innlegg um bilar í blaðnum umframt allar hinar lýsingarnar, sum vanliga eru, tá blaðið verður borið í hvørt hús.

Fríggjadagin í næstu viku, 23. apríl, verður eykablaðið Vinnan í blaðnum. Hesaferð verður evnið um kvinnur í vinnulívinum og um kvinnur við ávirkan.

Mánadagin 3. mai verður Sosialurin aftur borin í hvørt hús. Tá er hálv milliard krónur goldnar út í frítíðarløn, og tá hevur handilslívið altíð hópin av góðum tilboðum.