- Tað at vera bangin fyri framtíðini og ungdóminum er onkursvegna ein lívsmótsøgn. Sjálvandi mugu vit geva ungdóminum og uppvaksandi ættarliðnum álit og áræði og sjálvandi fara tey eisini at duga at menna og skipa samfelagið.
Tað sigur Páll á Reynatúgvu, tingformaður, tá hann verður spurdur, um valaldurin skal lækkast til 16 ár. Í 2007 var hann ein av uppskotsstillarunum til eitt slíkt uppskot á tingi, ið tó fall, men sjálvur heldur hann, at søgan lærir okkum, at vit nýtast ikki at stúra.
- Vit hava havt so øgiliga nógvar stórar útsagnir frá nógvum søguligum persónum, um at lata vit landið upp í hendurnar á komandi ættarliði, so gongur alt galið. Men higartil er tað mótprógvað so væl og virðiliga, tí gjøgnumgangandi hevur sivilisatiónin sum heild ment seg tey farnu nógvu hundrað árini.
Til ber at lesa meira um hvat løgtingslimir og ungmannafeløgiin halda um at lækka valaldurin í temanum í Viksukiftis-Sosailinum, ið hesaferð er um valaldurin. Til ber at keypa blaðið í sølubúðum kring landið - blaðið fæst eisini í talgildari útgávu á sos.fo