Sosialurin til Shanghai eftir agni?

Rolf Guttesen

 

Hósdagin var ein løgin grein í Sosialinum. Yvirskriftin slær fast: ”Nyrup skuldina av bankakreppuni.” Greinin heldur fram líka so avgjørd: ”Tað slær Jørn Astrup Hansen fast sambært donskum blaðmanni á Børsen, nú bókin um Føroya Banka er givin út á donskum.”

So, so?

 

Í hasum yvirskriftum eru minst tríggir feilir. Verri kann tað næstan ikki gerast av blaðmanninum Leo Poulsen, sum er farin at skriva í Sosialinum.

Fyrst tað minsta. Tað er ikki ein bók um Føroya Banka, men um føroyskar bankar í 100 ár, og sett í ein samfelagsligan samanhang, sum er nógv breiðari.

Næsta. Hvar slær Astrup ella blaðmaðurin á Børsen henda pástand fast, at Nyrup hevði skuldina av bankakreppuni? Ongastaðni. Nyrup er nevndur á fimm síðum í bókini hjá Astrup. Kanska eri eg hálvblindur, men eg síggi ongastaðni nakað, ið líkist hasum hjá harra Poulsen,

Triðja. Hevði Nyrup skuldina av bankakreppuni? Á síðu 121 eru sera kritiskar viðmerkingar. Men hesar viðvíkja tí, sum hendi 18. januar 1998, tá tað politiska eftirspælið fekk ein enda, við at kanningarnevndin legði síni úrslit fram. Bankakreppan var upp á tað hægsta í 1992-93, beint tá Nyrup kom til sum statsministari. Hann hvørki kundi ella hevði ”skuldina av bankakreppuni”.

Bankaskandalan í Føroyum verður bygd upp í 1970-unum og -80-unum, og henni hava føroyskir politikarar og banka- og vinnumenn – saman við miðlunum – fulla æru av. Men lættast er at geva øðrum skyldina.

 

Hugo Gården skrivað ummæli í Børsen

Blaðmaðurin hjá Børsen, Hugo Gården, sum í løtuni heldur til í Shanghai, hevur skrivað kritiskar bøkur um finansskandalur í Danmark, eitt nú ”Anbsvaret der blev væk.”

Hetta nýggja ummælið í Børsen tann 5. juni, sum Leo Poulsen hevur borið eyga við, er ikki serliga umfatandi. Leggur mestan dent á allar seinasta part av søguni - tað sum hendi í tí politiska eftirspælinum. Men tá var kreppan av, tá vóru bankarnir lagdir saman, tann nýggi bankin hevði fingið nýggjan kapital og var farin at geva stórt avlop. Tað føroyska samfelagið var farið at fungera aftur.

 

Hvat er dagsskráin hjá Sosialinum?

Hvat er tað so, sum Leo Poulsen kann brúka. Tað kemur klárt fram í yvirskriftunum.

Hugo Gården sigur: Politikere kludrede i Færøernes bank-krise.

Leo Poulsen sigur: Nyrup skuldina av bankakreppuni

Ætlanin er klár. ”Politikere” verður til – Nyrup; og ”kludrede” verður til – skuldina av.

Leo Poulsen endurgevur (refererar) ikki. Hann vanskeplar og er tententiøsur.

Endamálið er heilt klárt - at laga uppundir mytuna um Nyrup sum ein fólkafígginda, og at ”danir høvdu skyldina.” - Tví fái tykkum!

Sum eygleiðari er tað loyvt at hava tað meining, at best hevði verið um bankarnir báðir bara fóru fallit í 1992. Tað hevur onkur føroyskur samfelagsfrøðingur hildið uppá, og helst er tað hetta, ið Hugo gården eisini meinar. Politikarar skuldu bara latið tragediuna gingið sína gongd? Tað meini eg er skeiv hugsan. Politiska loysnin mátti til. Hon kostaði danska statinum einar 9 millardir. Og helst vóru nøkur tiltøk sett í verk í skundi, tí tað var neyðugt.

 

Jóannes Eidesgaard lagdur á ís

Støðan bleiv ikki betri aftan á Fólkatingsval í 1998. Tá kom at standa á jøvnum millum stjórn og andstøðu, og nývaldi javnaðarmaðurin Jóannes Eidesgaard gjørdi seg kostbaran, tá Fólkatingið skuldi velja formann. JE vildi ikki stemma fyri javnaðarkvinnuni Birte Weiss, sum tí tapti til vinstramannin Ivar Hansen. Men tá sokallaði ”pinsepakken” seinni sama ár skuldi samtykkjast, lat føroyska javnaðarumboðið seg keypa – dýrt. Síðan tá hevur verið ístíð millum hesar partar.

 

Citatfalsan í Sosialinum

Í greinini hjá Leo Poulsen er eitt citat, sama einsliga citat, sum Gården eisini hevur. Men tað er skeivt endurgivið hjá Poulsen.

Hugo Gården skrivar: ” Nyrup ofrede Richard Mikkelsen og Finanstilsynet og reddede dermed Lykketoft”

Leo Poulsen skrivar: ”Nyrup ofraði Richard Mikkelsen, og Finanstilsynet bjargaði harvið Mogens

Lykketoft” (leggi merki til hvar eitt komma stendur)

Eg vil meina, at har er avgerandi munur á. Hetta citat stendur á síðu 121 í bókini hjá Astrup, og sami partur endar soleiðis: ”Forløbet denne fredag eftermiddag var lidet værdigt.”

Nú kunna vit skoyta uppí – framferðin hjá Sosialinum henda hósdagin var lítið sømilig. Skapa falskar mytur. Geva øðrum skyldina

10. juni 2007