Sosialurin: Treingi til at koma úr vaktarskemanum

- Hetta er ein avgerð, ið eg havi hugsað um í fleiri mánaðir. Sum starvsfólk í Kringvarpinum er man øgiliga bundin at einum vaktarskema. Eg eri komin hartil, at eg trongdi til at koma úr tí og ráða yvir míni egnari arbeiðstíð, sigur tíðindakvinnan, tá hon verður spurd, um hetta er ein avgerð, ið hevur verið leingi ávegis.


Tað sigur Óluva Zachariasen, ið 1. januar gavst í starvinum sum tíðindafólk í Kringvarpinum, aftaná at hon hevur verið í starvi har síðan 1997. Í staðin er hon farin undir sjálvstøðugt virksemi innan samskifti og orðstýran.


Til ber at lesa alla samrøðuna og eitt størri tema um Suðuroynna í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið – blaðið fæst í talgildari útgávu á sos.fo