Fríggjadagin gjørdist tað greitt, at Southampton, sum í mong ár var í bestu ensku fótbóltsdeildini, má flyta niður í triðbestu deildina, sum nevnist League One. Holdingfelagið aftanfyri Southampton hevur seinastu tíðina verið undir umsiting. Sjálvt um felagið hevur roynt at greitt enska fótbóltssambandinum frá, at felagið og holdingfelagið eru tvey ymisk ting, so eru tey í enska fótbóltssambandinum ikki samd við hesum. Tey meta, at Southampton og holdingfelagið eru partur av einum og sama fíggjarroknskapi. Enska fótbóltssambandið hevur givið Southampton eina revsing, sum ger at teir missa 10 stig. Southampton hevur eina skuld, sum liggur omanfyri 20 miljónir bretsk pund.