Tólvta umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er á skránni ídag. Fýra dystir verða spældir. Tann fimti – millum B71 og FC Suðuroy – er útsettur og verður ikki spældur fyrrenn leygardagin 3. september.
Í dag eigur toppliðið, 07 Vestur, heimadyst í Sørvági. Klaksvíkingar eru í Sørvági, har fyrsta bríksl verður longu á middegi. Tað hevur gingið sum eftir ánni hjá 07 Vestur. Hjá KÍ hevur tað verið eitt sindur upp og niður. Tvær tær seinastu ferðirnar er tað endaði við KÍ sigri. Í fyrsta umfari vann 07 Vestur 2-0 í Klaksvík
EB/Streymur er á veg í Gundadal at spæla ímóti teimum næstbestu hjá HB. Í fyrsta umfari vann EB/Streymur 4-2 á heimavølli ímóti HB. Tvær ferðir er tað endað javnt hjá EB/Streymi, sum annars hevur vunnið allar hinar dystirnar. HB hevur tapt fýra tær seinastu ferðirnar.
Giza Hoyvík er á veg til Leirvíkar. Tá ið Víkingur í fyrsta umfari var í høvuðsstaðnum, vann Giza Hoyvík 3-0. Fyri Giza Hoyvík var tað vónbrot síðsta leygardagin at tapa 2-1 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ, sum eru á fjórða plássi.
Í dag fær NSÍ vitjan av teimum næstbestu hjá AB, sum eru niðast á støðutalvuni. Í fyrsta umfari vann NSÍ 3-2 á Argjum. Higartil hevur AB bara vunnið einaferð – í øðrum umfari ímóti KÍ á Argjum. Fýra tær seinastu ferðirnar hevur úrtøkan verið eitt stig og málmunurin 2-17!
Í dag
Víkingur-Giza Hoyvík: Bent Tommy Linklett kl. 15.00
NSÍ-AB: Andreas Josephsen kl. 15.00
07 Vestur-KÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 12.00
HB-EB/Streymur: Jan á Líðarenda kl. 16.00
B71-FC Suðuroy: útsettur til 3. september