Spældu FIFA: Ein breyt armin – ein skal í fongsul

Ein kapping væl umtókta PlayStation fótbóltsspælinum FIFA, sum varð hildin í norsk býnum Halden, gekk heilt galið. Tað vóru mans í tjúgunum, sum høvdu teknað seg til kappingina, men teir gjørdust ósamdir um gongdina í kappingini.


Endin var, at tveir mans fóru til hendurs, og sambært Dagsavisen.no var samanbresturin so ógvusligur, at annar maðurin breyt armin, tá ið hann skuldi verja seg fyri einum slagi frá hinum manninum, sum hevði ein stav í hondini.

Tað eydnaðist hinum monnunum, sum vóru til staðar, at skilja teir báðar illu menninar at og koyra tann skadda á sjúkrahús.

Tilburðurin fór fram í fjør, og nú hevur rætturin sagt sína hugsan í málinum. Maðurin, sum slóð við einum stavi, hevur fingið fimm mánaðir fongsulsrevsing og skal gjalda manninum, sum breyt armin í fleiri støðum, 25.000 krónur í endurgjaldi.