Spælipláss fyri 1,5 miljónir krónur

Býráðið í Eysturkommunu hevur samtykt at byggja út spæliplássið í skúlanum við Gøtugjógv.

Býráðið í Eysturkommunu hevur samtykt at byggja út spæliplássið í skúlanum við Gøtugjógv.

 

Tilsamans eru 1,5 miljónir krónur játtaðar til arbeiðið, sum kemur at merkja munandi betri umstøður til børn í og eftir skúlatíð við fleiri nýggjum leikum.

 

Á viðheftu mynd sæst ein lýsing av, hvat verður á nýggja spæliplássinum. Aftrat hesum skulu ljósmastrar setast upp, fundament stoypast, gummibelegningur leggjast omaná - og kantsteinar og asfalt verða rundanum.

 

- Nýggja spæliplássið verður 650 fermetrar til støddar, og tað verður fyritøkan Blika, sum kemur at standa fyri arbeiðnum, vita tey í Eysturkommunu at siga.