Spæla fótbólt í seks tímar

Útsetti dysturin við Margáir verður í kvøld, tá ið víkingarnir aftur skulu á sundalagsstevnu

Eftir landsliðssteðg síðani síðst í mai verður fótbóltur í bestu deildini aftur í dag. Í gjárkvøldið var veðrið so vánaligt, at tað ikki bar til at spæla fótbólt við Margáir. Dómarin, Eiler Rasmussen, staðfesti, at tað bar ikki til at fáa bóltin at liggja stillan á vøllinum, og so bar ikki til at spæla. Dysturin varð útsettur, og seinni á kvøldinum var avgjørt, at hann verður sunnukvøldið.

 

Tí verður fótbóltur frá klokkan 15 í dag og inntil klokkan verður knapt níggju í kvøld.

 

Í dag er gott summarveður, so tað verður eingin trupulleiki at spæla fótbólt.

 

 

 

NSÍ – HB: Kári J. á Høvdanum kl. 17.00

 

Skála – B68: Dagfinn Forná kl. 15.00

 

EB/Streymur – Víkingur: Eiler Rasmussen kl. 19.00

 

07 Vestur – AB: Alex Troleis kl. 15.00

 

B36 – KÍ: Petur Reinert kl. 15.00

 

-