Spæla klokkan 12 bæði týsdagin og mikudagin

Luttøka til U21 HM-endaspælið í 2023 og komandi U20 EM-endaspælið stendur uppá spæl hjá føroyska U20-manslandsliðnum

Sjálvt um U20 manslandsliðið ikki vann seg í ovara endaspæli í EM-endaspælinum í Portugal, so er framvegis nógv at spæla fyri í niðara endaspælinum.

 


Klára okkara menn eina endastøðu millum 10 tey fremstu londini sleppa teir til U21 HM komandi ár, og vinna næsta áganginum luttøku til EM U20 endaspælið í 2024. Klára okkara eina topp 13 endastøðu, so sleppa vit til EM U20 endaspælið í 2024. So her er veruliga nógv at spæla fyri.

 

Føroyar spæla móti Noregi týsdagin klokkan 12, og móti Pólandi klokkan 12 mikudagin.

 

Póland og Slovenia hava tvey stig, og Føroyar og Noreg hava einki stig.

 

 

Tvey tey ovastu í bólkinum skulu spæla um endastøðurnar 9 til 12, og tvey tey niðastu skulu spæla um endastøðurnar 13 til 16.