Spæla móti Italia um U21-HM plássið fríggjakvøldið klokkan 19.30

Ísland vann stórsigur á Kroatia, og tí verður tað Italia okkara U20-menn møta

Mynd: Harald Bjørgvin

Mynd: Harald Bjørgvin

Tað verður Italia, ið okkara U20-menn møta í hálvfinaluni um at røkka dystinum um 9. og 10. plássið í EM-endaspælinum fyri U20-manslið, ið er í Portugal í hesum døgum.

 

Klokkan 19.30 byrjar dysturin móti Italia, og vinna Føroyar tann dystin, so eru vit millum 10 tær fremstu tjóðirnar í Evropa, og tá verður eitt pláss í U21-HM endaspælinum komandi summar tryggjað.

 

Italia vann 31-26 (14-12) á Montenegro.

 

Hin hálvfinalan um at røkka dystinum um 9. og 10. plássið verður millum Slovenia og Ísland.

 

Ísland vann stórsigur á Kroatia 33-20 (16-10), og tí verður tað Ísland sum spælir móti Slovenia um rættin at røkka dystinum um 9. og 10. plássið. Italia vann bólkin við fimm stigum, Ísland hevur fýra stig, Kroatia hevur trý stig og Montenegro hevur einki stig.

 

Í okkara bólki vann Slovenia fyrr í dag 42-34 (22-16) á Noregi. Slovenia vann okkara bólk við seks stigum. Føroyar hava fýra stig, Póland tvey stig, og aftast er Noreg við ongum stigi. 

 

 

 

 

 

Mynd: Harald Bjørgvin

Mynd: Harald Bjørgvin