Spania vann 10-0

Tahiti vann hjørtuni, hóast teir í kvøld taptu heili 10-0 fyri Spania í Confederations Cup í Brasil. Fernando Torres skoraði fýra ferðir.

 

Hóast Tahiti tapti greitt, so rungaði “Tahiti, Tahiti” kring Maracana leikvøllin í Brasil, tá dómarin bríkslaði fyri seinstu ferð. Hugagóðir og álopssinnaðir, helst dekan ov álopssinnaðir, fóru undirtippaðu spælararnir hjá Tahiti til verka í dystinum móti sponsku HM og EM vinnarunum.

 

Longu aftaná fimm minuttir legði Fernando Torres Spania á odda. Men so eydnaðist Tahiti at verja fyri í egnum málið og í løtum hótta sponsku heimsmeistararnar. Tað var ikki fyrr enn eitt korter fyri hálvleik, at hol kom á aftur.

 

Tá tað skrædnaði, so skrædnaði tað eisini ordiliga. Spania kom til eina ørgrynnu av møguleikum. Fernando Torres og David Villa hugnaðu sær í álopinum og skoraði ávíkavist fýra og trý mál. David Silva skoraði tvey, meðan Juan Mata fekk eitt.

 

Hóast Tahiti einki mál fekk hesa ferð, so vóru teir kortini nær við. Fleiri ferðir lupu teir á við upp til fimm monnum og til tíðir manglaði bara ein avlevering ella ein temjing, so var veruliga vandamikið framman fyri spanska málinum.

 

Eisini mundi Tahiti eiga eitt brotsspark, tá ein av álopssinnaðu spælararunum hjá teimum fór um koll í brotsteiginum. Dómarin, sum stutt framman undan hevði bríkslað fyri brotssparki til Spania, vildi ikki tað sama sum spælararnir hjá Tahiti og helst øll viðhaldsfólkini á Maracana, sum ikki hildu við Spania.

 

Tá tað er sagt um hugagóða og álopssinnaða liðið hjá Tahiti, so høvdu teir ikki eitt skot á spanska málið, so betri enn tað vóru teir heldur ikki.

 

Klokkan 23.00 spæla Nigeria og Uruguay, sum eisini eru í bólki B.

Confederations Cup 2013:

Spania – Tahiti 10-0(4-0)

1-0 Fernando Torres, 5

2-0 David Silva, 31

3-0 Fernando Torres, 33

4-0 David Villa 39

5-0 David Villa, 49

6-0 Fernando Torres, 57

7-0 David Villa, 64

8-0 Juan Mata, 66

9-0 Fernando Torres, 78

10-0 David Silva, 89

Spain:

Reina - Albiol, Azpilicueta, Ramos (Navas 46), Monreal - Martinez,Mata (Fabregas 69), Cazorla (Iniesta 76) - Silva, Villa, Torres.

Á bonkinum: Casillas, Valdes, Pique, Arbeloa, Alba, Xavi, Busquets, Pedro, Soldado

Gul kort: Cazorla

Tahiti: Roche - Ludivion, Vallar, Lemaire (Vero 73), Aitamai - J Tehau, A Tehau (T Tehau 53), Vahirua, Caroine, Bourebare (L Tehau 69) - Chong Hue

Ábonkinum: Meriel, Samin, Wagemann, Faatiarau, Aroita, Simon, Tohoni, Hnanyine, Atani

Dómari: Djamel Haimoudi

Leikvøllur: Maracana(Rio De Janeiro)

Áskoðarar: 60,000

Bólkur B:

1. Spania 6

2. Nigeria 3

3. Uruguay 0

4. Tahiti 0