Sparið trý aðalráð burtur

- Vinnumálaráðið, Fiskimálaráðið og Fíggjarmálaráðið skulu leggja saman. Almanna og Heilsumálaráðið skulu leggja saman, og Uttanríkisráðið skal leggjast undir løgmann. Tað heldur Kitty May Ellefsen, sum seinastu tíðina hevur havt sæti á tingi sum eykafólk hjá Fólkaflokkinum. Kitty May Ellefsen vísir í lesarabrævi á, at vinnuøkið í dag er spjatt ímillum fýra aðalráð: Feðavinna liggur í Uttanríkisráðnum, fiskivinna liggur í Fiskimálaráðnum, búskapur liggur í Fíggjarmálaráðnum og hinir snøklarnir liggja í Vinnumálaráðnum.

- Øll, sum arbeiða í almennu fyrisitingini, vita, hvørjir trupulleikar standast av, at eitt øki verður spjatt ímillum fleiri landsstýrisfólk. Tað er mangan tungt og trupult at fáa ting í lag. Heldur átti at verið gjørt eitt Búskapar- og Vinnumálaráð, sum umsat alt vinnu- og búskaparøkið. Hetta ráð hevði veruliga kunna verið rikið effektivt, og ráðið kundi spart einar 20 mió. kr. bara á ráðstiðið umframt munandi effektiviseringar/sparingar á undirliggjandi stovnum, sigur Kitty May Ellefsen.

Somuleiðis heldur hon, at Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið áttu at verið løgd saman til eitt ráð, og tað sum so var eftir av Uttanríkisráðnum kundi verið lagt aftur til Løgmansskrivstovuna.

- Oddafiskarnir í politikki eiga at vera sína uppgávu vaksnir og fara ígongd við rationaliseringarnar nú áðrenn valið, heldur Kitty May Ellefsen.