Spelknir pensionistar á háskúlaskeiði

- Sinn teirra eru avgjørt ung enn, tað eru bert kropparnir, ið ikki altíð klára so væl at fylgja við. Hesi orðini eigur Bjørgfinnur Nielsen, ið er ein av lærarunum, ið skipar fyri pensionistaskeiðunum á Føroya Fólkaháskúla. Hann hevur leingi verið lærari á Háskúlanum, og minnist hann bert góðar løtur frá hesum skeiðum

Bjørgfinnur Nielsen sýnir okkum tímatalvuna fyri tað seinna pensionistaskeiðið í ár, og vísir á, at næmingarnir altíð eru sera virknir og tíma væl at vera við í teim tiltøkum, ið standa á tímatalvuni.

Millum annað hava pensionistarnir gjørt morgunfimleik í fimleikarhøllini kl. 7:30 hvønn morgun. Bjørgfinnur sigur okkum, at ein av skeiðluttakarunum er ein 89 ára gomul kona, og luttekur hendan í morgunfimleikinum á hvørjum morgni.

Eftir morgunfimleikin er morgunmatur á skránni, síðani lestur og morgunsangur, og eftir hetta verður byrjað við tí, ið dagsins tímatalva hevur á skránni. Og er hendan sera spennandi og fjølbroytt fyri pensionistarnar. Á skránni eru m.a. vitjanir til ymsik áhugaverd støð í Havnini, handaligt arbeiði, fyrilestar, drama og veitsla.


Løgmaður

Millum vitjanirnar, ið eru á tímatalvuni, er ferð út í Tinganes, har vitjað verður hjá løgmanni. Bjørgfinnur sigur okkum, at hesa vitjan er vanligt at hava á skránni fyri pensionistaskeiðini. Orsøkina sigur hann vera, at pensionistarnir ikki bert skulu kenna Tinganes og løgmann frá sjónvarpinum, men eisini kunnu hava møguleika at kenna seg aftur á staðnum, so tað ikki gerst nakað fjart, ið ein bert upplivir í sjónvarpinum.

-Tey eldru vóru sera glað fyri at hava møguleika at heilsa uppá løgmann, sigur Bjørgfinnur. Hann sigur eisini, at løgmaður var sera fyrikomandi og blíður móti teim vitjandi, og gjørdi hetta løtuna sera hugnaliga.

Umframt at vitja løgmann, varð eisini ein annar valdsstaður í samfelagnum vitjaður. Her er talan um politigarðin, har tey eldru fingu innlit í, hvussu løgreglan arbeiðir.

Ein onnur áhugaverd vitjan, var vitjanin í Restorff?s Bryggjaríi, har sjálvandi varð hugt eftir, hvussu øl verður framleitt.

Bjørgfinnur greiðir okkum frá, at vanligt er at koyra Havnina runt við bussi ein av døgunum. -Hetta verður gjørt fyri at pensionistarnir av bygd kunnu síggja allan høvuðsstaðin, greiðir hann frá. - Gomul fólk av bygd eru ikki so ofta í Havn, og tá tey so eru her, er tað næstan bert SMS, ið verður vitjað. Tískil hava vit valt at skipa fyri rundvísingini í Havn, sigur Bjørgfinnur, og leggur afturat, at pensionistarnir vóru ógvuliga hugtiknir, tá ið teir vóru inni á Gøtu og haðani sóu út yvir alla Havnina.


Stroyta kertur

Á pensionistaskeiðunum er vanligt at hava okkurt handaligt arbeiði. Bjørgfinnur greiðir okkum frá, at í ár hava fyriskipararnir valt, at kertur skulu stoytast. Hann sigur, at hetta ikki er so stævi fyri tey, ið hava veik eygu, tí talan er bert um at dyppa kertuna niður í tað heita voksið við jøvnum millumbilum.

Vit vóru ein túr á verkstaðnum og hugdu, meðan pensionistarnir stoyttu kertur. Hetta var sera hugtakandi fyri blaðmannin, ið aldri sjálvur hevur roynt seg innan hetta økið. Tey gomlu bóru skjótt at, og stoyptu tey eina rúgvu av reyðum jólakertum til alla familjuna. Bert meðan vit vóru á staðnum vakst dungin av kertum heilt væl.

Pensionistarnir vóru ógvuliga blíðir og fyrikomandi, og spurdu teir úr hvørji bygd blaðmaðurin kom og hvaðani hann var ættaður. Hesum royndi hann at greiða frá sum frægast, hóast ein ikki altíð dugir serliga væl at greiða frá um ættarbond kring landið.


Huldufólk og annað gott

Í hugnaligari stovu hittu vit hópin av skeiðluttakarum, ið tókust við at siga søgur. Vit vildu ikki órógva hesi, men stóðu bert eina løtu og lurtaðu, áðrenn vit stilisliga fóru avstað aftur. Men her var áhugavert at vera. Greitt varð frá um huldufólk o.a. frá gamlari tíð, meðan kaffiið kólnaði í koppunum. - Sanniliga eitt áhugavert stað at sitið, um tíð var til tess.


Sosialir møguleikar

-Tá ein er vorðin eins gamal og skeiðluttakararnir á pensionistaskeiðunum, hevur ein sum oftast okkurt brek at dragast við. Men fyri at pensionistarnir skulu vita, hvørjir møguleikar eru í Føroyum innan eldrarøkt og líknandi, hava vit eisini vitjað eitt ellisheim, heimarøktina og eldraíbúðir, sigur Bjørgfinnur og greiðir okkum frá, at á onkum skreiði hevur lækni viltjað og prátað um ellisbrek.

-Vitjanin á ellisheiminum hevði tó annað við sær, enn bert tað, at pensionistarnir vórðu kunnaðir um møguleikarnar innan eldrarøkt. Tey hittu eisini kenninar, ið tey kanska ikki høvdu hitt tey seinastu 10 til 20 árini, sigur Bjørgfinnur Nielsen, ið heldur, at talan var um eina serstakliga rørandi løtu.


Einans kvinnur

Bjørgfinnur Nielsen undrast ikki sørt um, at tað næstan bert hava verið kvinnur, ið hava vitjað á øllum teimum mongu pensionistaskeiðunum, ið hildin hava verið. Hann heldur, at ein møgulig frágreiðing er, at kvinnur eru lívsseigari enn menn, og tí eru betri fyri enn menn, tá ið tey eru vorðin gomul.

Ein annan møguleika heldur hann vera, at menninir eru bangnir fyri at verða argaðir, tá ið teir koma heim aftur til heimbygdina, eftir at hava verið á pensionistaskeiði saman við einari rúgvu av kvinnum.

Á tí seinna skeiðinum í ár, ið var liðugt seinasta mánadag, vóru 32 luttakarar. Av hesum 32 luttakarunum vóru bert 5 menn. Men eitt er vist, og tað er, at hesi hava øll havt 11 ríkar dagar saman, ið kanska hava yngt tey eini tíggju ár, hóast teir hava verið strævnir.