Spennandi dansi-blanding á Tvøroyri

Leygarkvøldið verður stórur dansur í Ítróttarhøllini á Tvøroyri, har oddamenninir í tveimum av okkara allar kendastu dansibólkum fara at spæla

Tað er Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, sum skipar fyri stórdansi í Ítróttarhøllini í Trongisvági leygarkvøldið 31. mai.

Á pallinum verða ongir aðrir enn oddamenninir í tveimum av okkara allar fólkakærastu dansibólkum nakrantíð.

Ùr Havnini koma teir báðir oddamenninir úr Black Birds, tvíburðarnir Árni og Marner Andreasen suður á Tvøroyri at spæla. Somuleiðis fara teir báðir oddamenninir í lokala orkestrinum á Tvøroyri, Sputnik, brøðurnir Jens og Marner Lisberg, at geva sítt íkast til dansin.

Við sær hava teir tríggjar av okkara frægastu tónleikarum, Kolbein Simonsen á bassinum, Arnbjørn Sivertsen á gittarinum og Kaj Johannesen á trummum.

Umframt at spæla hvør í sær, fara teir eisini allir samlir at spæla nøkur løg saman.

Black Birds og Sputnik eru tveir av okkara best umtóktu dansibólkum og fløgur og bond, sum hesir bólkar og serliga oddamenninir hava gjørt, eru ímillum tað, sum hevur selt best í Føroyum.

Men hetta er fyrstu ferð, at teir royna hesa blandingina.

Seinast Froðbiar Sóknar Róðrarfelag skipaði fyri einum líknandi tiltaki, var fyri einum ári síðani og tá vóru 800 fólk í dansi og væntandi verða tað ikki færri hesuferð.

Fyrireikararnir siga, at hetta er eitt frálíkt høvi hjá fólki norðanfjørðs at koma til Suðuroyar á útferð og enda ferðina við einum rimmar dansikvøldið, tí hjá tí, sum hevur skund, slepst beinleiðis norður aftur við Smyrli klokkan sjey á morgni, men annars siglur hann aftur seinnapartin, so tað fæst eisini ein góður sunnudagur burtur úr í Suðuroy.