Spik av springarum flýtur á Havnarvág

Tá sagt var, at spikið av springarunum, sum vórðu dripnir í Skálafirði sunnukvøldið, skuldi brennast á brennistøðini hjá IRF í Leirvík, so passar tað ikki heilt.

Hesa myndina tók Jógvan á Dul í morgun beint uttan fyri skrivstovuna hjá løgmanni í Tinganesi

Í morgun hava fólk frá Tórshavnar kommunu tikið nógv spik upp fram við Tinganesi, sum uttan iva stavar frá springarunum í Skálafirði.

 

Onkur vil verða við, at grótbátur hevur verið slept spikinum í havið, men um so er, so hava teir ikki verið nóg langt úti, tí skinnavís av spiki flýtur í øllum førum á Havnarvág.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

Hesa myndina tók Jógvan á Dul í morgun beint uttan fyri skrivstovuna hjá løgmanni í Tinganesi