Vinnuframi boðaði í farnu viku frá, at teir veita monnunum aftanfyri Spískamarið stuðul at marknaðarføra sendingina í útlondum. Byrjað verður við Norðurlondunum, og seinni verður farið longur út í heim at marknaðarføra sendingarnar. Ein tílík marknaðarføring er kostnaðarmikil og krevur pening, og er tað her, Vinnuframi gerst partur av myndini.
Ein nýggj ensk heimasíða er gjørd, sum eitur The Nordic Pantry, meðan ein nýggj føroysk heimasíða og ymiskt sølutilfar eisini er í gerð.
Samband er við útlendskar sjónvarpsrásir, framleiðarar og seljarar um at keypa sendingarnar.
- Føroyingar hava tikið sera væl í móti matsendingunum hjá Spískamarinum, og vónin er, at útlendingarnir fara at taka eins væl í móti teimum, skrivar Vinnuframi.