SPONO-venjarin: Vit høvdu fyrireikað okkum ov illa

Venjarin hjá SPONO Eagles, Fabio Madia staðfestir, at Ingi Olsen og H71 vóru væl betri fyrireikaði til Europa Cup uppgerðirnar í Hoyvíkshøllini

Í dag frættist so í onkrum sveisiskum miðli hvussu tað gekk hjá SPONO Eagles á Føroya-ferðini at spæla tveir Europa Cup dystir móti H71.

 

Við Luzerner Zeitung sigur SPONO Eagles-venjarin, Fabio Madia opið og ærliga: - Vit vóru tikin á bóli. Mótstøðuliðið spældi ótrúliga góðan hondbólt.

 

Fabio Madia greiðir frá í samrøðuna, at Korona hevur órógvað hópin hjá honum í samband við venjingar og fyrireikingar. Fabio Madia staðfestir eisini, at venjaratoymið hjá H71, Ingi Olsen og Mark Marcher høvdu hugt eftir nógvum dystum hjá SPONO Eagles meðan hann sjálvur ikki hevði havt nakra videoupptøku av H71 at fyrireika seg uppá, og tí gjørdist munurin á fyrireikingunum so stórur.

 

Fabio Madia heldur avgjørdur fyri í samrøðuni, at H71 hevði staðið seg væl um H71 leikti í bestu sveisisku deildini har SPONO Eagles eru verandi bronsuvinnarar.

 

Luzerner Zeitung greiðir lesarunum frá, at tað er merkisvert, at Maria Halsdóttir Weyhe skoraði heili 17 mál í tí fyrru uppgerðini.

 

Fabio Madia er tó nøgdur við seinna dystin, ið SPONO Eagels vann tepurt 31-29 aftaná 26-36 tapið dagin fyri.

 

Fabio Madia heldur, at túrurin til Føroya avgjørt hevur verið góður fyri samanhaldið á liðnum, og føroyingar hava verið framúr gestablíður. Fabio Madia er hugtikin av, at foreldrini hjá H71-spælarunum høvdu gjørt teimum døgurða. Tað heldur hann vera sera flott. 

 

Fabio Madia fortelur eisini lesarunum hjá Luzerner Zeitung, at seks spælarar hjá SPONO Eagles steðga nakrar dagar eyka í Føroyum fyri at uppliva landið.