Tað verða Atletico Madrid og Athletic Bilbao, sum møtast í finaluni í Europa League. Tað er geitt eftir at tey í kvøld vunnu samanlagdar sigrar á ávíkavist Valencia og Sporting Lisbon í hálvfinalunum.
Sporting Lisbon vann annars fyrru hálvfinaluna 2-1. Athletic Bilbao legði seg tíðliga á odda í dystinum í kvøld, men stutt fyri hálvleik javnaði Sporting Lisbon. Minuttin eftir kom Athletic Bilbao á odda aftur, so støðan samanlagt var ein javnleikur.
Tað sá leingi út til at tað skuldi longd leiktíð til áðrenn ein vinnari kundi finnast, men tveir minuttir fyri skoraði Fernando Llorente avgerandi málið fyri Athletic Bilbao.
Atletico Madrid hevði góð kort á hondini undan seinnu hálvfinaluni. Teir vunnu fyrru hálvfinaluna í Madrid 4-2. Tað kom bara tað eina málið í kvøld og tað skoraði Atletico Madrid og er saman við Athletic Bilbao í finlauni.
Europa League finalan verður í Bukarest 9. mai.
Europa League hálvfinalur:
Valencia (2) (4) Atletico Madrid 0-1
(Atl. Madrid vinnur samanlagt 5-2)
Athletic Bilbao (1) (2) Sporting Lisbon 3-1
(Ath. Bilbao vinnur samanlagt 4-3)