Sporðdrekin í finaluni – Ravnur sigrað

Ravnur tapti fyrsta dystin hetta kappingarárið í gjár

Sporðdrekin vann í gjár 48-46 á Ravni. Úrslitið hevur við sær, at Sporðdrekin hevur vunnið sær pláss í FM finaluni saman við Ravni, sum frammanundan hevði tryggjað sær pláss í finaluni. Motivatiónin hjá Ravni var at klára eitt heilt kappingarár uttan at tapa, men so bleiv ikki.

 

Sjálvur dysturin í gjár var spennandi frá fyrsta bríksli. Fyrsti fjórðingurin endaði við 11-8 leiðslu til tá ósigraða Ravn. Í øðrum fjórðingi gekk enn betri hjá Ravni, sum vunnu 15-10, so samanlagt endaði fyrri hálvleikur 26-18 til Ravn.

 

Sporðdrekin svarar aftur

Betri gekk hjá Sporðdrekanum í triðja fjórðingi, tá Ravnur kom í feiltrupulleikar, sum gjørdi, at Sporðdrekin vann fjórðingin 11-22. Tað viðførdi, at Sporðdrekin kom framum 37-40.

 

Ravnur kom betri frá byrjan í fjórða og síðsta fjórðingi. Í einar fimm minuttir var støðan 44-44, har hvørgan av liðunum vildi geva seg.  Bjarni Zachariassen hjá Ravni fekk  sín fimta feil, og var spælið eitt sindur rokaligt ta løtuna.

 

Løtu seinni skoraði Magnus Jakobsen frá Sporðdrekanum, sum kláraðu at halda leiðsluna restina av dystinum, so hann endaði við sigri til Sporðdrekan, 46-48. Toppskjúttar vóru John Thomsen frá Sporðdrekanum við 15 stigum og Bergur Gregersen frá Ravni við 13 stigum.

 

Nú kann Hamar ikki at fanga Sporðdrekan aftur í FM stíðnum. Finalan millum Sporðdrekan og Ravn verður leikt 20. mai 2017 í Hoyvíkshøllini. Ein dystur er eftir í vanligu kappingini, og hesin er millum Hamar og Sporðdrekan, sum verður leiktur 6. mai 2017.

 

Støðan aftaná 11 dystir er:

Ravnur 7 stig

Sporðdrekin 3 stig

Hamar 1 stig.