Spurin

Mannbjørn Jákupson
________

Fíggjarbarometrið hjá Rolf Guttesen í Sosialinum plagi eg sum oftast at hyggja ígjøgnum. Tað upplýsir við grundarlag í altjóða búskapar/fíggjartíðarritum, The Economic í London og aðri kent tíðarrit, í góðum stuttum orðingum, frá sveiginum hjá ameriska dollaranum og europeisku euruni, hvør sær, saman og samfrágreitt.
Onkur frágreiðingin viðmerking er, helt beinleiðis úr tíðarritsgreinunum, og úttalilsir frá eitt nú Greenspan, stjóranum fyri amerisku tjóðpeningastovnaskipanini FED.
Rolf hevur eitt politiskt stástað áðrenn, sum eingin loyna var um, sum skýnur lítið ígjøgnum, uttan onkuntíð í kapitalismu kritiskari viðmerking en passant.
Í einum Sosiali í síðstu viku steðgaði eg upp við eina viðmerking. De Gaulle helt Frakland uttanfyri EEC. Tað má verða komið skeivt fyri. De Gaulle helt í áravís Bretlandi uttanfyri europeisku felagskapirnir, tá teir undir McMillan, Heath og Wilson, umvent av ídag, so fegnir ynsktu at gerast limir, tí limaskapurin, eftir franskari hugsan, fór at virka sum ein troyanskur hestur fyri amerikanskum stórfyritøkum í Europa.