Spurnarkapping millum bygdirnar í Sandoynni

Live spurnarkapping á bókasavninum á Sandi sunnukvøldið.

Slagið um Sandoynna: Live spurnarkapping millum allar bygdirnar í oynni verður sunnukvøldið 17. november á bókasavninum á Sandi.


Henda veturin skipar bókasavnið á Sandi fyri einari spurnarkapping millum 
bygdirnar í Sandoynni. Skopun, Skálavík, Sand, og so eru bygdirnar í 
Húsavíkar kommunu í parti – tær eru Dalur, Skarvanes og Húsavík. 



Fyrsta umfar av trimum verður nú sunnukvøldið 17. november klokkan 19. Hini bæði umførini og finalan verða seinni í vetur. 


Fýra liðleiðarar eru, og teir seta sær liðið saman til hvørt umfar. Treytin 
er, at luttakararnir búgva í kommununi hjá liðnum.

Teir fýra liðleiðararnir 
eru: Jóannes Johannesen úr Dali, Dávur Sørensen úr Skálavík, Jóannes 
Johannesen (í Miðstovuni) av Sandi og Annika Joensen úr Skopun.