Danski uttanríkisráðharrin, Lene Espersen, hevur biðið ísraelska sendiharran í Danmark koma í uttanríkisráðið at greiða frá tilburðinum úti fyri Gaza-strondini, tá ísraelski herflotin steðgaði nøkrum skipum, sum skuldu til Gaza við ymsari neyðhjálparútgerð.
Lene Espersen sigur við donsku fjølmiðlarnar, at danska stjórnin hevur ta støðu, at ísraelsmenn eiga at gevast við at avbyrgja Gaza-geiran. Hon sigur, at tað , sum nú er hent, elvir til stúran, og at stjórnin vil hava fulla greiði á, hvat hendi.
Ísraelski herflotin sigur, at 10 aktivitar doyðu, men summar tíðindastovur skriva, at tilburðin kravdi 16 mannalív.
Talsmaðurin hjá ísraelsku stjórnini, Mark Regev, sigur, at manningarnar á teimum fremmandu skipunum byrjaðu bardagan, og at hermenninir gjørdu alt fyri at sleppa undan samanbrestum.