StÍF-H71 37-25 (14-13)
Hondbóltur
Strandingar skuldu sunnudagin royna at halda fast um silvurmerkini, sum teir hava tókst av hava gott tak á síðani vetrarsteðgin. Eisini hóast teir eftir steypafinaluna høvdu eina sokallaða down-periodu, har úrslitini als ikki vóru eftir vild.
Hetta viðførdi, at Kyndil brádliga var í so nær í stríðnum um heiðursmerkini, men sigurin á VÍF mikudagin tóktist tó at hava givið strandingum ein avgerandi fyrimun.
Frstu løtuna av dystinum sunundagin var tó ikki nógv, sum bendi á, at talan var um sama lið, sum júst hevði bast komandi meistarunum. John Petersen og Sveinbjørn Poulsen vóru ikki tøkir til dystin, men ein skuldi kortini roknað við, at H71 ikki á nakran hátt fór at hótta StÍF.
Hoyvíkingar vóru tó oman á stóran part av fyrra hálvleiki, men seinasta korterið ella so eydnaðist tó heimaliðnum at fáa nøkur mál á rað, soleiðis at teir vunnu seg framum.
Í seinna hálvleiki tóktust strandingar eina mest at hugsa um, at halda fast um leiðsluna, og uttan stórvegis hóvasták varð hetta eisini gjørt. Seinastu 10 minuttirnar ella so, øktu teir brádliga nógv um munin, soleiðis at máltalvan hóast alt sýndi ein rættiliga tryggan sigur, tá avtornaði, hóast tað sjáldan vóru nakrar ábendingar um, at so skuldi verða.
Lág ferð
Ein av leikarunum hjá heimaliðnum sunnudagin var Leivur Justinussen, tó at hann ikki fekk tað nógvu tíðina á vøllinum.
Eftir dystin metti hann ikki, at talan var um ein dyst av teimum allar bestu.
- Tað var ikki nøkur serliga høg ferð á dystinum. Mann freistast næstan til at siga, at tað var ein slíkur dystur, sum roknast kann við, tá spælt verður móti einum botnliði.
- Móti endanum av dystinum eydnaðiast tó at fáa nakað av ferð á, soleiðis at sigurin hóast alt gjørdist rættiliga tryggur, men nakað stórspæl var ongan tíð talan um, helt Leivur um sjálvan dystin.
Sum so var tað heldur ikki av avgerandi týdningi, hvussu nógv mál talan varð um, men hinvegin verður talan um ein sera týdningarmiklan dyst komandi mikudag fyri strandingar. Tá skulu teir takast við Kyndil, og eydnast teimum at vinna tann dystin, fer alt at benda á, at strandingar skulu ogna sær silvurmerkini.
Spurdur um tann dystin sigur Leivur, at teir sjálvandi hava ætlanir um at vinna dystin.
- Tað ætla vit sum so hvørja ferð vit fara á vøllin, hóast tað kanska ikki altíð hevur sæð soleiðis út. Tað er tó aloftast ein spurningur um at seta seg nóg væl upp. Tað sást eisini, tá vit akkurát megnaðu at basa Tjaldri, fyri síðani at vinna á VÍF, so eg vóni, at allir eru púra klárir til dystin móti Kyndli, sigur Leivur Justinussen at enda.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
StÍF: Alexandur Johansen 9, Artur Johansen 9(5), Marius Joensen 6, Jón Rasmussen 5, Costin Dumitrescu 3, Kristjan Petursson 2, Andre Danielsen 2, Bent Djurhuus 1
H71: Halgir Dahl Olesen 9(1), Agnar Højgaard 4, Johnny Durhuus 3, Eyðun Højgaard 3, Rolf Mouritsen 2, Rene Dahl Olesen 2, Annfinn N. Debess 2
Brotskøst: StÍF 5, H71 1
Útvísingar: StÍF 1, H71 1
Dómarar úr Stjørnuni: Geir Wardum og Carsten Andersen