Stór framgongd hjá Føroya Tele

Fartelefonirnar fáa pengarnir at streyma inn hjá Føroya Tele. Fyrra hálvár gav 27,3 mió. í yvirskoti

ROKNSKAPUR

Tað gongur strálandi hjá Føroya Tele. Hetta kann valla vera nakar ivi um. Hálvársúrslitið fyri 2002 vísti eitt yvirskot áljóðandi 27,3 mió. Hetta er 32,5% betri enn í fjør, tá yvirskotið var 20,6 milliónir fyri teir fyrstu seks mánaðirnar.
Úrslitið gjørdist 27,3 mió. kr., eftir at 6,8 mió. kr. eru settar av til skatt og 0,6 mió. kr. eru settar av til landskassan fyri rakstur av Fjarskiftiseftirlitinum. Í fyrsta hálvári 2001 gjørdist úrslitið aftan á skatt o.a. 20,6 mió. kr., og er sostatt talan um ein vøkstur í úrslitinum upp á 6,7 mió. kr., ella 32,5 %
Hóast fleiri gjaldslækkingar í hálvárinum og øktari kapping á fleiri økjum, øktust samlaðu inntøkurnar við 8 % úr 133,5 mió. kr. upp í 144,6 mió. kr.
?Í fyrsta hálvári 2002 hækkaði talið av fartelefonkundum við 17 % til 28.646 kundar. Hinvegin lækkaði talið av fastnetskundum og talið av internetkundum við uppringdum sambandi vegna øktari kapping á økjunum, skrivar Føroya Tele í tíðindaskrivi.
Fyrstu 6 mánaðirnar í ár hækkaði eginpeningurin við 27,3 mió. kr. og var samlaði eginpeningurin 234,9 mió. kr. tann 30. juni 2002, svarandi til eitt trygdarevni upp á 56 %.

Vinningurin av fartelefonum
Sum nevnt vaks talið á fartelefonkundum við heili 17% fyrsta hálvári í ár.
Fartelefonirnar hava seinnu árini verið høvuðsorsøkin aftanfyri stóru yvirskotini hjá Føroya Tele.
Andras Róin, stjóri fyri Føroya Tele, sigur, at gongdin á fartelefonøkinum hevur verið ógvuliga positiv, og fartelefonirnar eiga størsta partin av risayvirskotinum hjá Føroya Tele.
Hann metir, at talið av kundum liggur í dag um teir 29.000. Hetta merkir, at eini 61% av øllum føroyingum hava fartelefon. Hetta er seks av hvørjum tíggju.
Stjórin á Føroya Tele fegnast um úrslitið, og roknað verður við, at hetta gevur útlit fyri ársúrslitið.

Kapping
Føroya Tele hevur fyri fyrra hálvár í ár ? eins og í fjør ? kent sviðan av øktu kappingini innan fjarskifti í Føroyum.
Føroya Tele er enn einasti veitarin av GSM og NMT fartelefontænastum, men á fastnetøkinum og á Internet-økinum fær Føroya Tele kapping.
Kappingin hevur so m.a. havt ta ávirkan, at Føroya Tele ikki hevur nátt einum av sínum fíggjarligu málsetningunum, sum var at fáa ein 10% vøkstur í nettosøluni. Hesin vøksturin gjørdist ?bert? 8%.
Seinni í heyst kemur so kapping á GSM-økinum, tá Kall fer undir sítt virksemi av hesum slag.
Andras Róin sigur, at teir mugu rokna við at tapa eitt sindur av teirra marknaðarparti orsakað av kappingini.
Andras Róin sigur, at teir ikki hava heilt somu møguleikar sum eitt nú Kall við at geva avsláttur. Hann vísir á, at teir ikki kunnu bjóða produktir, har teir setasaman eitt nú GSM og fastnet. Hesum við Fjarskiftiseftirlitið - í øllum førum enn ? ikki loyva.
?Hetta er ein trupulleiki fyri okkum, sigur Andras Róin.

Íløgur
Føroya Tele stendur fyri fleiri stórum íløgum. Føroya Tele skal hava nýtt høvuðssæti í Hoyvík, og so skal aðrar íløgur gerast í útgerð. Eisini skulu nógvir pengar nýtast til FarIce-kaðalin, ið verður lagdur næsta summar.
Andras Róin roknar ikki við, at allar hesar íløgurnar verða fíggjaður um raksturin, hóast gongdin er sera positiv.
Spurdur, sigur Andras Róin, at hann metir tað natúrligt, at Føroya Tele verður einskilt, nú farið verður í holt við javna kapping.
Við vinningini fyrsta hálvár í ár er eginpeningurin hjá fyritøkuni 235 milliónir.