Stór framgongd í Sumba

Í ár er mett, at inntøkan hjá sumbingum verður 38 milliónir. Men næsta ár fer inntøkan at veksa heilt upp í 46,7 milliónir, vísar metingarnar

 

Sumba


Í Sumba er aftur stór framgongd at hóma.

Tað gekk sjón fyri søgn, tá ið bygdaráðið á fundi mánakvøldið viðgjørdi fíggjarætlanina fyri komandi ár.

Í ár verður mett, at samlaða stattagrundarlagið hjá kommununi verður 38 milliónir.

Men metingarnar hjá skattamyndugleikun um í Havn siga, at næsta ár fer inntøkan hjá sumbingum at veksa heilt upp í 46,7 milliónir.

Umframt hetta fer kommunan eisini at fáa onkrar smávegis leiguinntøkur næsta ár, eitt nú 12.000 fyri Sagverkið og 50.000 frá guanovirkinum og havnagjøldum í Lopra , umframt aðrar leiguinntøkur í Ónavík í Lopra uppá 50.000 krónur.

Nú fíggjarætlani n var til viðgerðar, varð skotið upp at skattaprosentið komandi ár skuldi vera tað sama sum í ár, 18%. Somuleiðis skuldi barnafrádrátturin verða óbroyttur, 4.000 krónur fyri hvørt barnið undir 18 ár.

Upplýst varð á fundinum, at tilsamans eru 98 børn í kommununi, sum barnafrádráttur verður latin fyri.

Tilsamans gevur hetta Sumbiar Kommunu eina inntøku av kommunuskattinum upp á 6,8 milliónir.

Í ár er skattainntøkan mett at geva 5,6 milliónir, so talan er um eina framgongd uppá heilar1,2 millión krónur.

Tá ið barnafrádráttur, botnfrádráttur og annað er drigið frá og lagt afturat, gevur hetta eina fíggjarætlan, sum javnvigar við 6.952.000 milliónum krónum.

Ein stórur partur av útreiðslunum eru lógarbundnar útreiðslur.

Men fyri at nevna nøkur fá tøl afturat, er ætlanin annars at seta 400.000 krónur av til bakkaverju at forða fyri, at brimið máar meiri burturav bakkanum afturat øllum tí, sum longu er farið. 200.000 krónur er ætlanin at seta av til nýggjar kloakkir í Sumba. Somuleiðis er ætlanin at umvæla skúlan í Sumba fyri 500.000 krónur og at byggja uppí skúlan fyri aðrar 500.000 krónur. Ì Lopra er eisini ætlanin at veita vatnið, sum rennur úr tunlinum, í vatnbrunnin í Lopra fyri at tryggja húskum og vinnuvirkjum nóg mikið av vatni.