Tiltakið er gjørt í samstarvi við seks føroyskar samkomur, men tað er ?Evangelist?, sum hevur fíggjarligu ábyrgdina av krossferðini, sum hevur eina kostnaðarætlan uppá kr. 150.000 krónur. Aftan fyri felagsskapin ?Evangelist? stendur Christian Hedegaard, ein 33 ára gamal prædikumaður úr Danmark. Hann hevur fyrr prædikað á krossferðum á afrikanska heimspartinum, men hesi seinnu árini er hann hildin uppat at ferðast so nógv fyri heldur at prædkia á okkara leiðum.
Á krossferðum í Afrika sær hann, hvussu menniskju taka við evangeliinum og verða frelst, fríað frá illum andum og grødd frá enntá ógrøðandi sjúkum. Tað sama væntar hann fer at henda í Føroyum. Føroyingar skulu síggja kraft Guds virka á vekingarmøtunum í ítróttarhøllini á Hálsi, sigur Christian Hedegaard, evangelistur.
Samkomurnar, sum samstarva um tiltakið vænta stór ting undir krossferðini, og tær hava longu havt samband við fleiri í felagsskapinum ?Evangelist?.
Í mars mánaða var danska sangkvinnan Lena Løbner í Føroyum fyri at savna eitt tvørkirkjuligt gospelkór við 40 - 50 sangarum, sum skulu luttaka við sangi og tónleiki undir krossferðini á hvítusunnu, og í mai mánaði var ein ungdómsbólkur her og vitjaði. Í sama mánaði var bókin ?Sejr ov dæmoner? útborin í hvørt heim í Havnini.
Umframt hesi 16 fólkini úr Danmark, kemur kendi norski prædikumaðurin Enevald Flåten eisini at luttaka. Krossferðin byrjar fríggjadag og endar 2. hvítusunnudag. Hvønn dag verður seminar frá kl. 10.15 til kl. 12.15 og frá kl. 14.15 til kl. 16.15. Vekingarfundur verður fríggjadag og leygardag kl. 20.00 og 1. og 2. hvítusunnudag kl. 18.00. Tað verða tó ikki bert útlendingar at síggja á pallinum í Ítróttarhøllini á Hálsi á hvítusunnu; limir úr samkomunum, sum samstarva við Evangelist, luttaka aktivt á stevnuni. Samkomurnar, sum samstarva við ?Evangelist? eru: Betania, Skopun; Keldan í Skálabotni; Lívsins Orð í Runavík; Rhema í Havn; Evangeliihúsið í Havn; Filadelfia í Havn.