Stór kommunusamalegging á veg

Tankar eru frammi um eina stóra kommunusamanlegging, sum fer at røkka frá Hósvík til Gjáar. Gjáar Kommuna hevur boðað frá, at hon er sinnað at fara undir samráðingar

Kommunusamanlegging


Ætlanir eru frammi um eina stóra komunusamalegging í Norðurstreymoy og Norðureysturoy.
Kommunufelagsskapurin í Sundalagfnum, sum umfatar tær seks kommunrnar í Hósvík, Hvalvík, Saksun, Haldarsvík, Sunda- og Gjáar Kommunur viðgjørdi á fundi herfyri møguleikan fyri eini samanlegging. Avgjørt varð á fundinum, at hvør kommunan sær skuldi gera av innanhýsis, um farast skal undir fyrireikingar til eina stórkommunu. Hetta skuldi støða takast til á regluligum bygdarráðsfundum í teimum einstøku kommununum.
Sosialurin hevur frætt, at Gjáar Kommuna á bygdarráðsfundi hóskvøldið viðgjørdi málið, og tekur undir við ætlanini.
Sofus Johannesen, borgarstjóri við Gjógv, váttar fyri Sosialinum, at Gjáar Kommuna hevur boðað frá, at hon vil vera við í ætlanini.
Tá greitt er, um hinar kommunurnar hava somu støðu, verða samráðingarfólk vald, og farið verður undir realitetssamráðingar um samanlegging, sigur Sofus Johannesen.
Tríggjar aðrar kommunur eru í Norðureysturoy, sum tó ikki eru við í Kommunufelagsskapinum í Sundalagnum. Tær eru Elduvíkar Kommuna, Funnings Kommuna og Eiðis Kommuna.
Sofus Johannesen sigur, at væntandi fara hesar tríggjar kommunurnar eisini at fáa tilboð um at koma við í samstarvið.
Sosialurin skrivaði fyrr í vikuni, at samband hevur verið millum Hvalvíkar Kommunu og Saksunar Kommunu um samanlegging. Men sum skilst, verða hesar ætlanirnar óneyðugar, um nýggja, stóra samanleggingin gerst veruleiki, tí bæði Saksun og Hvalvík eru víð í teirri ætlanini.