Stór krøv til U16 landsliðsspælararnar

Fótbóltur: Hava gjørt nógv fyri at fáa konditiónina í topp

Jógvan Martin Olsen hevur nú úttikið spælararnar, sum skulu manna U16 dreingjalandsliðið í fótbólti, sum 2. august fer til Íslands at spæla í NM kapping. Kappingin, sum verður á Akureyri, verður til 9. august.

Spælararnir eru: Karstin Joensen, Hjalgrím Elttør, Símun Joensen og Jóannes I. Jacobsen úr KÍ, Teitur Ellingsgaard, Jón Rói Jacobsen og Vagnur Mortensen úr HB, Pól Næs Joensen, Bárður Johanneen og Niels Joensen úr B36, Kristian Poulsen úr B68, Gisli Danjálsson úr Royn, Brynjálvur Nielsen úr NSÍ, Elfinn Ørvarodd úr SÍF, Atli Gregersen úr Neksø.

Hesi spælararnir skulu á venjingarlegu í Runavík í dag og í morgin.

Í fyrireikingunum til NM hevur stórt arbeiði verið lagt í, at fáa spælararnar í so góða konditión, sum gjørligt. Samstarvið hevur verið tætt millum landsliðsvenjaran og venjararnar í feløgunum hjá dreingunum.

Við jøvnum milumbili er konditión roynd í tí sum verður nevnt Biptestini. Bara spælarar, sum hava víst framgongd og við endan á fyrru hálvu av kappingini høvdu eitt kondital umleið 60, hava verið inni í myndini.

Fram til 1. juli høvdu spælararnir verið saman til landsliðsvemjngar 8 ferðir. Og eftir síðstu venjingarleguna, sum var 14. til 16. juli, hevur venjarin úttikið endaliga liðið uppá 16 spælarar. Tilsamans hava 38 spælarar verið við til eina ella fleiri venjingar.

ek/jh