Stórsligin mótasýning verður í KÍ - Høllini hóskvøldið 5. desembur klokkan 20.00.
Einir 10 til 12 handlar koma at luttaka. Hesir koma at sýna okkum alskins klæðir bæði til, tilkomin,vaksin,hálvvaksin, børn, og smábørn, somuleiðis vera ymisk hársnið á skránni.
Enn er ikki endaliga avgjørt hvørjir handlar koma at luttaka, men alt hetta verður kunngjørt í fjølmiðlunum í komandi viku.
Ikki tykkum at siga, so verður eisini okkurt leskiligt at fáa meðan sýnt verður fram.
Tað er Norðoya Kunningarstova saman við teim luttakandi sum skipa fyri tiltakinum.