Kommunuvalið
Súni í Hjøllum og Símun Johannesen eru teir einastu, sum eru eftir av gomlu "garduni" í Nes kommunu. Á valinum týsdagin fullu Haldur Vang og Jan Danielsen og Marjun Gaardbo, Katrin Poulsen og Eyðfinn Olsen lótu seg ikki stilla uppaftur.
Tríggir listar vóru til valið hesaferð. Almenni listin (listi A) fekk trý umboð; Súni í Hjøllum, sum varð fyrstvaldur við 60 atkvøðum, Símun Johannesen (53) og Petur J. Petursen (43). Listi B (Kvinnulistin) fekk tvey umboð; Helen H. Jacobsen (34) og Elin á Torkilsheyggi (32). Listi C fekk eisini tvey umboð; Petur í Túni (31) og Eyðfinn Johannesen (29), sum vann lutakastið við Mortan Højgaard, ið eisini hevði 29 atkvøður.
Tilsamans fekk listi A 343 atkvøður, listi B (Kvinnulistin) 179 og listi C 203 atkvøður.
Hetta merkir, at umboðini á lista A eru lutfalsliga "dýr" í mun til umboðini á hinum báðum listunum.
Sum heild kann sigast, at almenni listin, sum plagar at fáa nógv tær flestu atkvøðurnar, viknaði nakað í mun til hinar báðar.
Hetta er samstundis fyrstu ferð, at kvinnulistin, sum nú hevur fleiri ár á baki í Nes kommunu, hevur fingið tvey umboð.
Á seinasta vali varð Katrin Poulsen vald á kvinnulistanum, meðan Marjun Gaardbo, sum seinastu fýra árini hevur verið borgarstjóri, varð vald á almenna listanum.
Ilt er at meta um, hvør komandi borgarstjóri í Nes kommunu verður, men sambært valúrslitinum situr Súni í Hjøllum við teimum bestu kortunum sum fyrstvaldur á almenna listanum.
Luttøkuprosentið í Nes kommunu var umleið 86% í mun til 82,8% á seinasta bygdaráðsvali.