Fyrstu umførini hevur tað gingið væl hjá nýggja felagsliðnum í Suðuroy, og tað hevur gingið minni væl hjá B36.
Støðutalvan sigur, at Suðringarnir hava níggju stig fyri tríggjar sigrar og eitt tap. Støðutalvan sigur eisini, at tað í fýra teimum fyrstu umførunum ikki hevur eydnast hjá Jákupi á Borg og B36 at vinna fulla úrtøku. B36 hevur heldur ikki tapt, tí allar fýra ferðirnar er tað endað við javnleiki.
Sigrarnir hjá Suðringum eru vunnir ímóti ÍF og Skála á heimavølli og 07 Vestur á útivølli. Í dag er talan um stóra styrkisroynd, nú FM favorittarnir í B36 vitja við Stórá.
Tað er ein missur, at málsókni miðvallarin Salmundur Bech framvegis er skaðadarvaður, og tað kemur illa við, at framrættaði norski spælarin Johann Finnmann Gulliksen er darvaður av knæskaða.
Lukasz Cieslewicz og Alex Mellemgaard hjá B36 eru framvegis skaddir. Tað er ivasamt, um Philip Lund, Hannes Agnarsson og Høgni Eysturoy vera førir fyri at spæla ídag.