Lyngby er við í toppinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, men um vikuskiftið taptu teir toppdystin ímóti Viborg 3-2. Henrik Larsen, fyrrverandi landsliðsvenjari í Føroyum, er venjari hjá Lyngby, og mátti viðurkenna tap, tá Viborg skoraði til 3-2 í yvirtíðini av dystinum sunnudagin. Lyngby liggur nú nummar 3 í 1. deild við 27 stigum. Herfølge er fremst við 30 stigum, og Viborg nummar 2 við 28 stigum