Aliringarnir gerast alsamt størri, og tí ynskja alarar sær størri fóðurflakar. Framleiðarin Ocea bjóðar nú flakar, sum eru ávikavist 650 og 800 tons. Á Aqua Nor-framsýningini bjóðaði framleiðarin av útgerð til alivinnuna Ocea fóðurflakar, ið eru størri enn teir, sum vanliga verða nýttir til fóður í alivinnuni. Nýggju flakarnir kunnu lasta ávikavist 650 og 800 tons av fóðuri.
- Hetta konseptið fekk ógvuliga góða móttøku á framsýningini. Flestu, sum leita eftir nýggjum flakum, halda, at 650 tons er nóg mikið, sigur dagligi leiðarin í Ocea, Mons-Ove Hauge.
Á nýggju flakunum fer Ocea at hava útbúnað, sum brúktur verður við aliringarnar, soleiðis at gerandisdagurin hjá alarunum fellir lættari.
Orsøkin til, at alarar ynskja sær størri fóðurflakar, er, at aliringarnir eru vorðnir alsamt størri og tískil eisini krevja eina størri fóðurmongd.