Størri lesaraskari eggjar høvundar

Føroyskir høvundar fara at seta sær hægri mál, um útlit eru fyri einum størri lesaraskara, spáa ummælarar og rithøvundar


- Koma føroyskar bókmentir ikki við í altjóða, bókmentaliga umrenslið, steðga tær upp. Og tað er júst tað, sum er í ferð við at henda.

So avgjørdur er rithøvundurin og ummælarin, Carl Jóhan Jensen, nú marknaðarføring av føroyskum bókmentum úti í heimi er vorðið eitt afturvendandi kjakevni her heima.

Eisini Kim Simonsen, ummælari og rithøvundur, vísir á vandan við at føroyskar bókmentir byrgja seg inni

- Sum er sita føroyskir høvundar á eini trongari rók og flaksa við veingjunum uttan møguleika at sleppa á flog. Og tað er ikki serliga motiverandi í longdini, sigur Kim Simonsen. 



Í úlvsins kjaft

Hóast breið semja tykist vera um týdningin av at marknaðarføra føroyskar bókmentir úti í heimi, hevur heldur lítið verið at hoyrt um, júst hví tað er so umráðandi, at føroyskir rithøvundar fáa møguleika at gera seg galdandi uttanfyri landoddarnar.

Men rithøvundarnir og ummælararnir, Kim Simonsen, Carl Jóhan Jensen og Arnbjørn Ó. Dalsgarð eru ikki í iva: Ein størri lesaraskari fer sum frá líður at fáa føroyskar høvundar at seta sær hægri mál.

- Tað er sum við so nógvum øðrum. Samanbering við onnur, fær teg at hyggja at tær sjálvum við øðrum eygum og seta onnur krøv til tað, tú gert. Fyri ein føroyskan rithøvunda merkir tað, at hann má trúgva uppá, at hann hevur okkurt at leggja afturat bókmentum í alheims høpi, sigur Carl Jóhan Jensen og leggur afturat, at føroyingar, ivaleyst eisini føroyskir rithøvundar, hava lyndi til halda halda alt ov lítið um seg sjálvan.

- Ein máti at koma burtur frá hasi undirlutakensluni er at taka kappingina upp við onnur. Og fyri føroyskar rithøvundar merkir tað, at teir mugu tora at blaka sínar bøkur í úlvsins kjaft, og so taka tað við, sum kemur, heldur Carl Jóhan Jensen.

Sum er, kemur so at siga onki, sigur Arnbjørn Ó. Dalsgarð, og vísir á, at tað sum oftast er rættiliga tilvildarligt, um ein føroysk bók verður ummæld ella fær nakra reaktión yvirhøvur.

- Rithøvundar skriva jú, tí teir vilja verða lisnir, og tí teir hava nakað uppá hjarta. Tí kann eg ikki ímynda mær annað, enn at útlitið til at fáa ein størri lesaraskara má vera ótrúliga motiverandi fyri skrivihugin, sigur Arnbjørn Ó. Dalsgarð. 



Fótbóltur sum fyrimynd

Júst hvussu marknaðarføring av føroyskum bókmentum fer at ávirka støðið sum frá líður, kunnu vit enn bara gita okkum til. Men Carl Jóhan Jensen heldur tað vera upplagt at samanbera við føroyskan fótbólt í hesum viðfangi.

- Føroysk luttøka í altjóða fótbólti hevur ment fótbóltin her heima á ein hátt, sum vit neyvan høvdu upplivað, um vit ikki kappaðust við teir stóru úti í heimi. Hetlendingar valdu ikki at vera við í altjóða fótbólti, og tí helt øll menning av fótbóltinum har stórt sæð uppat. Tað sama fer at henda við okkara bókmentum, um vit ikki fara út at kappast við onnur, væntar Carl Jóhan Jensen.

Eisini Kim Simonsen heltur tað vera eyðsæð at samanbera vit tað, sum hendir á øðrum økjum, tá farið verður út um landoddarnar.

- Vit síggja jú, hvussu føroyskur tónleikur støðugt brýtur øll landafrøðilig og mental mørk, og hvussu hetta hevur havt eina ótruliga menning og áræði við sær millum tónleikarar her heima. Vit hava onga orsøk til at halda, at tað sama ikki kann henda fyri okkara bókmentir, heldur Kim Simonsen.

Sambært Carl Jóhan Jensen er Ísland kanska besta dømi um, at bókmentir hjá smáum tjóðum væl kunnu gera seg galdandi úti í heimi. Hann greiðir frá, at hvørja ferð ein av 20 teimum fremstu íslendsku rithøvundunum gevur eina bók út, kann hann vænta, at hon er týdd til eini seks mál innan tvey ár.

- Íslendingar hava dugað at bjóða útlendskum høvundum til Íslands. Afturfyri hava teir so skapt áhuga og gróðarlíkindi fyri íslendskum bókmentum úti í heimi. Innsig skapar jú útsig – men tað hava vit heldur tungt við at fata í Føroyum, heldur hann. 



Tey ungu halda seg aftur

Carl Jóhan Jensen minnir á, at líka síðani miðøld hava heimins bókmentir verið í samskifti við hvønnannan. Tað er hetta bókmentaliga umrenslið, sum hevur skapt ta áhaldandi menningina og endurnýggjanina, sum føroyskar bókmentir mugu gerast partur av. Hendir tað ikki, steðgar menningin av føroyskum bókmentum stutt sagt upp.

- Eg eri bangin fyri, at tað er júst tað, sum er í ferð við at henda. Í løtuni er tað ómetaliga lítið, sum eggjar føroyskum høvundum at skriva. Ivaleyst er tað eisini orsøkin til, at so fá av teimum ungu tíma at bjóða seg fram sum høvundar, sigur Carl Jóhan Jensen.

Eisini Kim Simonsen hevur varnast, at ungir høvundar eru lítið at hóma.

- Tað sigur seg næstan sjálvt. Longu sum er berjast føroyskir rithøvundar um alsamt færri molar, og tí er tað nærum ógjørligt hjá nýggjum, ungum rithøvdundum at gera seg galdandi. Tí er tað alneyðugt at vit víðka føroyska bókamarknaðin, um føroyskum bókmentum skal verða lív lagað, staðfestir Kim Simonsen.