Tað er okkurt, sum kundi bent á, at tað verður ein trupul uppgáva hjá Tjaldrinum í 1. deild hjá kvinnum í ár. Sunnudagin høvdu uppflytararnir úr Runavík vitjan av Søljuni, sum í fjør stríddist í botninum, og vágakvinnur vunnu ein trivaligan 41-18 sigur.
Nicoleta skeyt 17 mál
Stóri spælarin í dystinum í Runavík sunnudagin var Nicoleta Radu Hansen hjá Søljuni. Hon gjørdi ikki mætari enn at skjóta 17 av teimum 41 málunum hjá Søljuni.
Tað var beinan vegin í dystinum, at Søljan fór frá Tjaldrinum, og tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin, hevði Søljan lagt sjógv millum seg og heimaliðið. Undir leiðslu av Nicoletu legði Søljan seg á odda 13-5, tá ið fyrri hálvleikur var komin í helvt, og so var dysturin longu avgjørdur. Men vágakvinnur vóru tó ikki nøgdar, og tær hildu tí á við at økja um leiðsluna.
Landsliðsleikarin hjá Søljuni, Heidi Maria Akselsen, vildi eisini sleppa upp í part, og hon var eisini í sonnum málhýri, eins og nýggi útlendingurin hjá Søljuni, Lina Andrilyte, sum í fjør leikti við Neistanum. Tá ið komið var til hálvleiks, høvdu gestirnir úr Vágum lagt seg á odda 20?11, og tí var ikki nógv at spæla fyri eftir steðgin.
Bara øktu
Í byrjanini av seinna hálvleiki var ikki nógv hjá heimaliðnum at gera, tí Tjaldur bleiv snøgt sagt runnið um koll av Søljuni, ið aftaná 10 minuttir av seinna hálvleiki hevði skorað sjey ferðir á rað, og bráddliga var støðan 27-12 til gestirnar.
Heimaliðið royndi, hvat tær kundu, men brekkan var ov tung, og gestirnir úr Vágum bara øktu, og tá ið dysturin var liðugur, stóð 18-41 á máltalvuni, og ein trivaligur sigur til vágakvinnur var komin í hús.
Um stórsigurin hjá Søljuni er eitt tekin um, at liðið úr Vágum er nógv sterkari enn í fjør, ella at Tjaldur er ógvuliga veikt, er ilt at meta um, men tað fara næstu dystirnir óivað at geva eina ábending av.
Komandi vikuskifti fær Søljan vitjan av VÍF, meðan kvinnurnar úr Tjaldrinum skulu ein túr yvir um fjørðin at vitja StÍF á Skála.
Tjaldur-Søljan 18-41(11-20)
Tjaldur: Vesna Tomajek 8(5), Mona Langgaard 3, Julianna Rasmussen 2, Heidi Heinesen 2, Sunrid Gleðisheygg 1, Kristina Ellingsgaard 1, Anna Hansen 1.
Søljan: Nicoleta Radu Hansen 17(6), Heidi Maria Akselsen 9, Lina Andrilyte 8, Hertha Jónsdóttir Simonsen 3, Heidi Haraldsen 2, Jana Jacobsen 1, Fía Selma Nielsen 1
Brotskøst: Tjaldur 6(5), Søljan 6(6)
Útvísingar: Tjaldur 2, Søljan 5
Dómarar: Hannis og Uni Wardum