Stórsteypadysturin sunnudagin

Fjórða árið á rað skipar Lions Club í Føroyum saman við Fótbóltssambandi Føroya fyri Stórsteypadysti millum føroyameistararnar og steypavinnararnar frá árinum fyri.

 

Hesa ferð verður dysturin tí millum HB, sum er føroyameistari, og Víking, sum er steypavinnari, og vinnarin sunnudagin fær stóra Lions-steypið í varðveitslu komandi árið.

 

Sum vanligt fer ágóðin frá dystinum til vælgerandi endamál, og hesa ferð hevur Lions Club gjørt av, at pengarnir skulu fara til felagsskapin KRIS, sum veitir teimum hjálp og vegleiðing, sum hava verið fyri kynsligum ágangi.

 

Undanfarnu árini er ágóðin frá Stórsteypadystinum farin til verkætlanina »Tú hevur rætt« hjá Barnabata, Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn og ungdómsdeildina hjá Føroya Barnaheimi.

 

Atgongumerkjaprísurin er tann vanligi, 70 krónur, men fólk eru vælkomin at lata meira, um tey hava hug at stuðla endamálinum. Í hálvleikinum og eftir dystin er møguleiki fyri at fáa ein kaffimunn í FSF-húsinum.

 

Fyrireikingarnar av Stórsteypadystinum eru býttar soleiðis, at Fótbóltssamband Føroya tekur sær av tí fótbóltsliga, og Lions Club í Føroyum skipar so fyri øllum hinum, sum er rundan um dystin.